Nógv virksemi er í høvuðsstaðnum í løtuni, og sum eg havi skrivað áður í vetur, so blinkar ein gravmaskina mest sum á hvørjum gøtuhorni. Stóra arbeiðið hjá kommununi er brúgvin um Sandá, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu á ólavsøku. J&K Petersen ger brúnna, og fyritøkan hjá Andriasi Berg hevur gjørt báðar rundkoyringarnar, sum eru lidnar. Áhugavert at fylgt serliga hesum arbeiðinum, tí meðan arbeiðið er farið fram, er ferðslan ikki steðgað. Valaverk.
Tá eg havi havi verið á Argjahamri eftir abbabørnum, sum ganga í skúla har, hugsi eg mangan, hvussu torført er hjá Andriasi og teimum at fyriskipa arbeiðið, tá ferðslan – bæði nógvu persónbilarnir og bussarnir koyra allan dagin gjøgnum arbeiðsplássið. Stórar gravmaskinur, nógvir arbeiðsmenn, stórar veitir við stórum rørum og leidningum hvørt um annað. Sjálvt tá rundkoyringin varð asfalterað, kundi bara onnur koyribreytin asfalterast fyrst, tí ferðslan mátti ikki steðga, tí bara ein vegur er niðan á Argjahamaran.
Men áðrenn tú veitst av, so er alt arbeiðið liðugt, og mínum eygum enn eitt væl frágingið arbeiði frá fyritøkuni hjá Andriasi Berg. Kostnaðurin fyri rundkoyringarnar er 9,7 millónir, og brúgvin kostar 60 milliónir. Tá brúgvin er liðug broytist alt har á leiðini. Tá er Argjahamarin og Argir bundin í ringvegin, og ikki neyðugt hjá nógvu ferðsluni at kroysta seg gjøgnum núverandi brúgv um Sandá.
Ì eina tíð stóð ein húkur í rundkoyingini, men nú er húkurin burtur. Eitt er, at klaksvíkingar seta ein húk í rundkoyring, men ikki á Argjum, tí Argir er ikki ein fiskivinnubygd, sjálvt um einstakir útróðrarbátar eru á Argjum. Nú er mín vón, at tá brúgvin er liðug, at Tórshavnar kommuna byggir eina ítróttahøll við skúlan á Argjahamri. Tað búgva jú fleiri enn 2000 fólk á Argjum, og stórur tørvur er á eini høll á Argjum. (Vagnur)


