Róðrarveðrið hevur verið frálíkt fyrstu fýra FM-stevnurnar

Róðrarlíkindini vóru vánalig á jóansøku í Vági í 2004. (Mynd Álvur)

Eingin FM-stevna í kappróðri er um vikuskiftið, gott tað sama, tí róðrarveðrið er alt annað enn gott. Tað hevur gingið frálíkt at avgreiða róðrarnar higartil, tí róðrarveðrið var til vildar, og bátarnir ikki so nógvir í tali, sum onkuntíð áður. Komi at hugsa um FM-róðrarnar í Vági í 2004, tá ið høvuðsdómarin kravdi, serliga fyrstu róðrarnar, at rógvarar skuldu rógva í vesti.

Manningar eiga at hava vestar við á stevnu í fall, at høvuðsdómarin krevur, at rógvast skal í vesti. Tað átti ikki at darvað rógvarum at róð í løttum vesti, tí nú skulu allar rógvarar venja í vesti sambært nýggju kunngerðini um trygd á sjónum. Verður bátur tikin av báti frá Fiskiveiðueftirlitinum, og rógvarar ikki eru í vesti, fær hvør rógvari 1000 krónur í bót.

Myndin sigur nógv, hvussu torført tað er at rógva í slíkum veðri. (Mynd Álvur)

Á jóansøku í Vági í 2004 vóru heilt vánalig róðrarlíkindi. Bátarnir róðu undan aldunum og vindinum, og manningar skulu duga at rógva í slíkum róðrarveðri. Summar manningar duga betur enn aðrar at vinna sær fyrimunn á slíkum veðri, rógva long kraftmikil tøk niðri á aldudalinum, og so títta  á rættan hátt á aldutoppinum og ríða so leingi sum gjørligt á alduni, til tú aftur fer í aldudalin. Í slíkum veðri er eisini torført hjá róðursfólkum at halda bátinum beinan.

Summar manningar brúka nakað av tíð at venja í slíkum veðri, tí tú veitst ongantíð við vissu, hvussu veðrið er á næstu stevnu, sjálvt um forsagnir eru at halda seg teg til. Havi mangan sæð manningar veru um ein háls, tá ið gjálvut er í sjónum, og ættin kanska liggur inn á síðuna á bátunum. Árarnar kunnu blíva fastar í sjónum, ólag kemur á áralagið, og báturin missir ferðina ella fer skeivur.

Aldan er áraka stokkin á Havfrúnni, sum fer undan alduni. (Mynd Álvur)

Vit hava mangan sæð, hvussu úrslit kunnu laga seg eftir veðrinum. Eg minnist í 2007, tá ið Sílið 5-mannafar við dreingjum var mannað við fleiri tungum sterkum dreingjum, meðan dreingirnir umborð á Havfrúnni vóru nógvir lættari og minni. Síladreingir róðu long kraftmikil tøk, meðan vestmannadreingir róðu títtari við styttri tøkum.

Hetta árið vunnu síladreingir tveir róðrar, og vestmannadreingir vunnu fimm róðrar. Sílið vann tveir róðrar trygt í hørðum mótvindi, meðan Sílið taptu fyri Havfúnni fimm róðarar, tá ið slætt var í sjónum ella undanvindur. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *