Ein hondbóltslogi er aftur tendraður í Sandavági

Arnleyg í dysti ímóti Neistanum. Kvinnurnar úr Søljuni ætla eisini at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. (Mynd Álvur)

Arnleyg í dysti ímóti Neistanum. Kvinnurnar úr Søljuni ætla eisini at spæla í bestu deildini næsta kappingarár.

Søljan er nýggja liðið í bestu kvinnudeildini, og vit eru nógv, sum á síðulinjuni hava fylgt liðnum higartil í vetur. Sjálvur havi eg givið til kennar, um tað nú var rætt, at Søljan kom í bestu deildina heldur enn at spæla kanska eitt ár aftrat í 1. deild. Søljan hevur tapt allar dystirnar í vetur,  men felagið meinar í álvara at hava lið í bestu deildini, tí sáttmálin er júst longdur við venjaran Jakob Jónsson. Eg havi hitt Arnleyg Haraldsen, sum er uppvaksin í Søljuni og er elsti spælarin á liðnum. Fyrst eitt sindur um hondbóltsleiðina hjá Arnleyg, sum millum annað hevur spælt í Grønlandi.

jhhjhhjh

Arnleyg er sjúkrasystir og búði fýra ár í Grønlandi.

– Eg spældi fyrst øll ungdómsárini í Søljuni og byrjaði at spæla sum átta ára gomul. Vit høvdu øll árini gott lið og vunnu trý FM-heiti í gentu- og unglingadeildini. Umframt at hava spælt hondbólt, havi eg eisini vunnið meistaraheitið í fótbólti í kvinnuunglingadeildini og vann FM í róðri í 2006. Longu sum fjúrtan ára gomul fingu vit tvær gentur undantaksloyvi at spæla í bestu deildini, og eg minnist at hava spælt ímóti Neistanum, har Svanna Hanusardóttir var á neistaliðnum.

– So kom tíðin, at leiðin gekk í Hoydalar at ganga í skúla. Boð vóru eftir mær at spæla við havnarliði, men kenslurnar søgdu mær, at eg skuldi halda fram at spæla við Søljuni, so vit ferðaðust nakrar ímillum hesi árini. Søljan var ikki nakað topplið hesa tíðina, men fótaði sær í bestu deildini og flutti eisini niður í næstbestu deildina fyri síðani at koma aftur í bestu deildina.

– Leiðin gekk so til Danmarkar í lestrarørindum, og hugurin at spæla hondbólt var altíð har. Eg spældi eitt ár við danska liðnum Team København, men ein knæskaði darvaði mær at halda fram júst tá. Seinni spældi eg eisini við ÍF Føroyum.

– Mítt næsta hondbóltsævintýr var í Grønlandi, har eg búði fýra ár í Ilulissat frá 2009-2014 og spældi hondbólt í trý ár í felagnum N48. Hetta vóru áhugaverd og spennandi hondbóltsár, og eg haldi, at tað gekk væl hjá mær. Kappingin um Grønlandsmeistaraheitið verður avgreitt í eina viku um árið, og í 2012 var kappingin í Ilulissat, og vit vunnu bronsuheiðursmerki. Hetta var fyrstu ferð í 21 ár, at liðið í býnum N48 vann eitt heiðursmerki, so tað var sum at vinna meistaraheitið. Òmetaliga stuttligt at uppliva. Systir mín Jona var í Grønlandi og ansaði soninum, hon er eisini á liðmyndini niðanfyri.

´hjhjhjh

N48 úr ilulissat vinnur bronsu í 2012. Arnleyg, og systirin Jona Haraldsen standa til høgru á myndini.

– Ja, so havi eg eisini upplivað tvær ferðir í Grønlandi at vera vald til besta spælaran í dystinum og eigi tvey slík steyp. Tú spyrt, hvat slag av spælara, eg eri? Haldi, at eg eri og var hampuligur spælari, har stríðsandin er mítt vørumerki, sigur 38 ára gamla Arnleyg.

Ein hondbóltslógi er aftur tendraður í  Sandavági     

– Fyri einum ári síðani flutti eg aftur til Føroya, og í juni mánað í fjør varð kallað til fundar í Sandavági, har Mortan Hust á fundinum boðaði frá, at Søljan skuldi spæla í bestu deildini. Venjarin, sum júst var settur, legði stóran dent á, at Søljan hevði eitt flaggskip í bestu deildini. Ja, at bestu kvinnuliðini í Føroyum komu í høllina á Giljanesi at spæla hondbólt. Ungir spælarar úr Vágum og áskoðarar skuldu uppliva hetta. Eg var eisini við á fundinum, sigur Arnleyg.

U48 vann fyrsta heiðursmerki í 21 ár, og tað var sum at vinna meistaraheitið, sigur Arnleyg.

U48 vann fyrsta heiðursmerki í 21 ár, og tað var sum at vinna meistaraheitið, sigur Arnleyg.

– Tá venjarin boðaði frá, at Søljan skuldi spæla í bestu deildini, gjørdist eg kløkk og hugdi  meg um í rúminum. Fáir spælarar vóru á fundinum og millum spælararnar vóru fleiri heilt ungar gentur. Vit vóru bara tríggjar kvinnur, sum høvdu nakað av royndum. Á fundinum boðaði venjarin frá, at ætlan var at fáa styrkt liðið við spælarum uttanífrá, men hesir spælarar komu ongantíð.

– Tá vit høvdu spælt nakrar dystir, brast stóra “bumban” í spælarahópinum. Morten Hust var givin sum venjari. Ikki orsakað av okkum spælarum, tí vit møttu væl upp, og hugurin at spæla hondbólt var stórur. Tó mistu vit spælarar, har onkur var við barn og aðrir vóru darvaðir við skaðum. Haldi, at vit føldu okkum sleptar upp á fjall hesa tíðina, sigur Arnleyg.

Hondbóltur hevur djýpur røtur í Sandavági og eisini í Miðvági. (Mynd Vagnur)

Hondbóltur hevur djýpar røtur í Sandavági og eisini í Miðvági. (Mynd Vagnur)

Sjálvur havi eg mangan hugsað um, hvussu er hjá Søljuni at tapa so nógv hvønn dyst. Hetta havi eg eisini spurt Arnleyg um. – Fyrstu dystirnar var ræðuligt at síggja úrlitini á máltalvuni, men trúgv mær, vit stríðast allar 60 minuttirnar í hvørjum dysti og geva ongantíð upp. Vit standa okkum væl fyrstu partin í dystinum, men skjóta alt ov fáa mál. Liðið hjá okkum er ógvuliga viðbrekið, tí breiddin er ov smøl á liðnum. Vit hava eisini verið ómetaliga óhepnar við skaðum.

Hvør er so framtíðin hjá Søljuní í bestu deildini

– Eg vil siga tað soleiðis, at sjálvt um vit hava tapt nógv, so er ein hondbóltslogi aftur tendraður í Sandavági ella rættari sagt í Vágum. Kvinnurnar møta væl til venjingar, og eg merki á ungu spælarunum, at teimum dáma væl at venja og ætla sær eisini at spæla næsta kappingarár í bestu deildini. Sjálvandi er ørkymlandi at tapa hvønn dyst, men vit geva ongantíð upp.

Arnleyg vónar, at liðið fær tveir skjúttar, og fleiri spælarar leggjast til. (Mynd Álvur)

Arnleyg vónar, at liðið fær tveir skjúttar, og fleiri spælarar leggjast til. (Mynd Álvur)

– Nú hevur so Søljan longt sáttmálan við Jakob Jónsson venjara, og hetta boðar frá góðum. Vit skulu jú minnast til, at hondbólturin í Vágum í vaksnamannahøpi hevur ligið stillur í fleiri ár, og tað tekur tíð at byggja upp. Mær er fortalt, at Søljan hevur ikki vunnið eitt heiðursmerki í bestu kvinnudeildini síðani 1988. Tá vann Søljan bronsu, men tapti 33-3 fyri Neistanum.

– Mín vón er, at vit fáa ein ella tveir skjúttar á liðið, og at fleiri spælarar leggjast til. Sum nú er, hava vit einans tríggjar spælarar at skifta út við, og tá eru tvær av teimum sera darvaðar av skaðum. Fleiri av okkum spæla heilar dystir ella fáa lítla hvíld á beinkinum, tí vit eru alt ov fáar. Og so vóni eg, at vit kunnu fáa tvey stig, áðrenn kappingin er av. Eg haldi, at í Vágum er grundarlag fyri hondbóltskvinnuliði í bestu deildini, sigur Arnleyg at enda.

Nógv við mær vóna eisini, at Søljan næstu árini kann fóta sær í bestu deildini, tí føroyska hondbóltsfamiljan hevur brúk fyri Søljuni. Tveir góðir spælarar á liðið aftrat  hevði gjørt heilt stóran mun, og vónandi eydnast hetta næsta kappingarár. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *