Havi hoyrt heilt fáar nýggjarárstalur hjá drottningini og løgmanni í mínum lívi, og á nýggjárinum var einki undantak. Men eg hoyrdi í útvapinum løgmann siga, at nú var tíðin komin, at Føroyar tóku ábyrgd av stóra flóttastreyminum í heiminum, sum ikki hevur verið størri í nýggjari tíð. Flóttafólk skulu vera vælkomin til Føroya, sigur løgmaður. Eingin føroyingur er ímóti, at Føroyar hjálpa illa støddum fólkum , sum eru í svárari neyð; og sjálvandi skulu vit stuðla, har vit kunnu og megna. Men eitt er at stuðla, annað er at fáa kanska hundrað familjur til Føroya úr tildømis Sýria.
Formaður í Framsókn var skjótur at stuðla løgmanni í síni útsøgn, men formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at betri er hjá okkum at stuðla og hjálpa á staðnum, har vit gera størri mun. Eg havi í útlendskum sjónvarpi fylgt eitt sindur við ólukkuligum menniskjalagnum, har flóttafólk halda til í stórum flóttafólkalegum. Ì Danmark kalla tey nakað “asylsentre”, har flóttafólk liva í óvissuni at fáa fast uppihald í Danmark ella at verða send aftur til heimlandið.
Eftir at hava hoyrt løgmann um flóttafólkini, var mín fyrsta hugsan, at Føroyar eru slett ikki búgvin at taka ímóti kanska hundraðtals flóttafólkum. Vit megna ikki ein gong at læra útlendingar føroyskt, sum koma til Føroya at íðka ítrótt ella at arbeiða. Eg veit um fleiri útlendingar, sum hava verið ella eru í Føroyum, og sum ikki duga føroyska málið, tí tey onga undirvísing fáa. At læra málið í landinum, sum tey koma til, er so ómetaliga týdningarmikið, um tú skal trívast í landinum.
Hesar kanska 50-100 møguligu familjurnar skulu eisini búgva onkrataðni, tey skulu hava arbeiði, og tey mugu fáa undirvísing í føroyskum máli. Tey koma jú til eitt land við heilt øðrvísi mentan og trúgv. Nú eru flóttafólk ikki bara føroysk málsøki í ríkisfelagsskapinum, so um vit gera av at taka flóttafólk til Føroya, sum mugu danir inn í myndina. Eg hoyrdi í útvarpinum formenninar í flokkunum tosa um prosentir í sambandi við flóttafólk. Taka Danmark og tildømis Svøríki so og so nógv flóttafólk, mugu Føroya taka so og so nógv í mun til fólkatali. Soleiðis kunnu vit ikki rokna, tí Føroyar eru eitt so lítið land í mun til Danmark og Svøríki.
Vit eru nú í einum valári, og spennandi at fylgja við, um júst flóttafólk koma at vera partur í valstríðnum seinni í ár. Eg rokni við, at tað gerst seinur dagur, at flóttafólk koma til Føroya í stórum tali. Eri ikki ímóti flóttafólkum, men eg haldi, at í Føroyum eru vit slett ikki búgvin at taka ímóti kanska 50-100 familjum. Men so kann onkur venda tí við og siga, at einaferð skal vera fyrstu ferð. Komi júst at hugsa um, at um politiska skipanin ikki vil hava flóttafólk til Føroya, so kann landið fíggja átaki, har føroyingar fara til ymsu flóttafólkalegurnar at hjálpa neyðstøddum fólkum. (Vagnur)

