Gott nýggjár – mest lisnu søgurnar higartil á hvannrok.fo

Søgan um Svein Rógva 29. juli 2013 er mest lisna greinin higartil. 4938 fólk lósu søguna í einum døgnið. (Mynd Vagnur)

Søgan um Svein Rógva 29. juli 2013 er mest lisna greinin higartil. 4938 fólk lósu søguna fyrsta døgnið. (Mynd Vagnur)

Um fyrsta apríl í 2015 eru trý ár liðin, síðan eg av álvara byrjaði at skriva á míni nýggju heimasíðu hvannrok.fo. Havi higartil skrivað 910 greinar, tað vil siga í miðal eina grein um dagin. Undirtøkan gjørdist frá byrjan nógv størri, enn eg nakrantíð ímyndaði mær. Eri væl nøgdur. Eg visti heldur ikki, hvønn leistur var best, tí eg hevði so nógv upp á hjartað. Frá byrjan vildi eg ikki skriva tilfar, sum fjølmiðlar annars skriva um í bløðum og á portalum.

Kappróður og hondbóltur fylla nógv, men eisini dámar mær ómetaliga væl at skriva um eldri tilfar. Nú er tað soleiðis, at eg síggi, hvussu nógv fólk vitja heimasíðuna um døgnið. Veit eisini, hvørjar søgur “selja” best. Men eg fari ikki bara eftir søgum, sum eg veit fólkum dámar best og økir talið á teljaranum. Eg skal tíma at skriva um júst tað evnið tann dagin. Skrivingin skal ikki gerast eitt arbeiði men eitt frítíðarítriv hjá eftirløntum lærara, og tað havi eg hildið frá byrjan.

Mær dámar væl at skriva samrøður. Greinin um Marjuna Danberg 21. november 2012 varð lisið av 3833 fólkum fyrsta døgnið. (Mynd Vagnur)

Mær dámar væl at skriva samrøður. Greinin um Marjuna Danberg 21. november 2012 varð lisið av 3833 fólkum fyrsta døgnið. Marjun hevur ikki spælt í vetur, tí hon var við barn og átti barn. (Mynd Vagnur)

Eg havi stóran áhuga í myndum og taki sjálvur eisini nógvar myndir. Royni altíð, at myndirnar mugu ikki gerast ov smáar, sum tú sært í fleiri bókum, sum koma í bókabúðirnar. Føroyska málið, haldi eg, er lætt og einfalt, og tá talan er um ítróttamálið, so leggi eg meg bara eftir føroyskum orðum, sum eg altíð royni at gera. Mær dámar væl at gera samrøður við fólk, og mannagongdin er, at tá kladdan er skrivað, sendi eg samrøðuna til viðkomandi til ummælis, so einki skeivt er í tekstinum.

Vanliga vitja eini 500-800 fólk heimasíðuna um døgnið, men er onkur meira áhugavert grein, so telur teljarin skjótari. Tildømis vitjaðu um 1500 fólk heimasíðuna týsdagin og í gjár fleiri enn 800 fólk. Serligar persónsøgur hava allar størsta áhuga. 29. juli 2013 skrivaði grein um rógvaran Svein Rógva Nielsen, sum fekk blóðtøpp. Fyrsta døgnið lósu 4938 fólk greinina, sum sjálvandi verður deild út ymsa staðir.

Rokið í Kollafirði hevði stóran áhuga millum mannað. Skrivaði greinina 25. mars 2014. (Mynd Álvur)

Rokið í Kollafirði hevði stóran áhuga millum mannað. Eg skrivaði greinina 25. mars 2014. (Mynd Álvur)

Søgan um rokið í Kollafirði var nógv lisin, tá ivasamt var, um Nicklas Selvig spældi ella ikki. Hetta er einasta grein, har eg ivaðist, um eg var farin út um kenda fjølmiðlamarkið. Ringdi til fjølmiðlavinmann og spurdi, hvussu var, men hann segði, at tá formaðurin í KÌF longu hevði sagt, at trupulleiki var við tveimum spælarum, og øll bygdin visti, hvør talan var um, so var søgan mest sum longu almenn. Ein kollfirðingur segði mær seinni, at hvannrok.fo hjálpti til, at kollfirðingar allir funnu saman og harvið vunnið FM-heitið.

Minnist, at greinin um Marjuna Danberg frá 21. november 2012 var heilt nógv lisin, tí longu fyrsta døgnið vitjaðu 3833 fólk heimasíðuna. Annars er stórur áhugi fyri eldri tilfari og hondbóltshagtølum. Framtíðin? Eg tími framvegis væl at skriva, sjálvandi summar dagar betur enn aðrar. Haldi, at eg ongantíð finni røttu kósina, tí eg vil so nógv, men ein persónur kann ikki fevna um alt.

Nú gloymdi eg politiska tilfari, sum nakað er av á heimasíðuni. Har má eg siga, at føroyingur hevur lítlan áhuga í politikki, og serliga tey ungu. Havi gjørt onkra lítla kanning millum annað um Johan Dahl, tá rokið var á Strandferðsluni. Spurdi fleiri fólk, og øll vóru líkaglað, um Johan var koyrdur frá ella ikki, og hvør var stjóri á Strandferðsluni. Eg haldi, at føroyingurin er vorðin poltiskt húsvillur.

Gott nýggjár øll somul. Og takk til tykkum øll kring landið, sum eg havi ringt til og órógvað. Fólk eru altíð fyrikomandi at tosa við og vilja geva eina hjálpandi hond. Takk fyri myndir, sum eg kann brúka afturat mínum egnu myndum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *