Altíð spennandi og áhugavert at fylgja við stigatalvunum, hyggja at innanhýsisdystum, taptum stigum og ikki minst næstu dystunum. Fjølmiðlarnir, eisini undirritaði. hava skrivað mansliðið hjá VÍF beina kós í FM-finalurnar, men nú hevur VÍF tapt tveir dystir á rað, og nú dregur veruliga saman í oddinum í bestu mansdeild. VÍF kvinnur taptu týdningarmikil stig fyri Neistanum mikukvøldið og má fáa hjálp frá øðrum liðum, skal Neistin takast aftur, tí VÍF og Neistin hava í grundspælinum bara ein dyst eftir hvør ímóti øðrum. Lagnuna hjá VB kvinnum fáa vit at vita meira um næstu dagarnar.
Mangt er løgið í hesu verð eisini innan hondbóltin. Hevði onkur sagt mær fyri dystirnar mikukvøldið millum Neistan menn og kvinnur, at bæði VÍF liðini fingu slíkan avsmurning longu í fyrra hálvleiki, so hevði eg sagt, at hetat var lygn og fór ikki at koma fyri. Kvinnudystin metti eg at vera javnan, meðan neistamenn skuldu spæla upp til sítt allar besta til tess at vinna á VÍF. Men longu í fyrra hálvleiki í báðum dystunum sást, at bæði VÍF liðini vóru fyri stórum tapi við hálvleik. Neistakvinnur á odda 17-10 við hálvleik og neistamenn á odda 20-13 við hálvleik.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 13 | 385 | 273 | 112 | 21 |
| 2 | Kyndil | 11 | 287 | 221 | 66 | 16 |
| 3 | VB | 11 | 299 | 230 | 69 | 15 |
| 4 | VÍF | 12 | 341 | 266 | 75 | 14 |
| 5 | StÍF | 11 | 266 | 227 | 39 | 10 |
| 6 | Stjørnan | 11 | 196 | 306 | -110 | 4 |
| 7 | Søljan | 11 | 101 | 352 | -251 | 0 |
Tá eg hyggi í stigatalvurnar, so hyggi eg altíð eftir taptum stigum. Í kvinnudeildini er støðan, at Neistin hevur tapt fimm stig, Kyndil seks stig, VB sjey stig, VÍF tíggju stig og StÍF tólv stig. Fyri jól skal VB tildømis spæla tveir altavgerandi dystir. Fyrst sunnudagin ímóti VÍF í Vestmanna og síðani leygardagin 20. desember ímóti Kyndli í Havn. VB má vinna annan dystin, skal liðið varðveita møguleikan at náa FM-finalurnar. Ger liðið ikki tað, so peiki eg á Neistan og Kyndil at spæla FM-finalurnar við VIF sum triðja møguleikan. Fleiri ár síðani, at grundspælið hevur verið so spennandi frammi í oddinum
Neistin – VÍF kvinnur 32 – 25 (17-10) Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Málskjúttar Neistans: Milica Rankovic 9, Eir Berg 5, Jacklin Durhuus 5, Bára Hansen 5, Birita Wardum 2, Annika Thomsen 2, Nicoleta Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1 og Birita Jacobsen 1
Málskjúttar VÍF: Durita C. Jojic 7, Liljan Djurhuus 6, Agnas Olsen 5, Tóra Seloy 3, Eilin Hansen 3 og Rakul Joensen 1
Neistamenn eru ikki nemmir at rokna út, tí úrslitini í higartil hava verið ómetaliga óstøðug, sum eisini er skrivað um áður. Mikukvøldið hevði Neistin gott tak á VÍF frá fyrsta bríksli og vann tryggan og uppibornan sigur. At VÍF nú tapir tveir dystir á rað broytir stigatalvuna, tí nú blæsa serliga Kyndil, H71 og KÍF vestmenningar í nakkan. Hyggja vit at taptum stigum, so hevur VÌF nú tapt seks stig, Kyndil níggju stig, H71 eisini nýggju stig, KÍF ellivu stig,og Neistin fjúrtan stig.
Longu leygadagin spæla H71 og StÍF í Hoyvík og sunnudagin Kyndil og KÍF í Havn, dystir, sum aftur kunnu broyta stigatalvuna munandi. VÍF spælir heima ímóti Team Klaksvík. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 12 | 326 | 286 | 40 | 18 |
| 2 | Kyndil | 12 | 257 | 238 | 19 | 15 |
| 3 | H71 | 11 | 269 | 234 | 35 | 13 |
| 4 | Neistin | 13 | 314 | 336 | -22 | 12 |
| 5 | KÍF | 11 | 289 | 291 | -2 | 11 |
| 6 | StÍF | 12 | 294 | 319 | -25 | 7 |
| 7 | Team Klaksvík | 11 | 235 | 280 | -45 | 6 |
Neistin – VÍF menn 35 – 28 (20-13) Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Málskjúttar Neistans: Tommy Fletcher 9, Jugoslav Djumic 7, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 5, Hjalti í Jákupsstovu 5, Aleks Buha 1, Herbjørn Lava 1 og Torkil Hentze 1
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 12, Andrias Eriksen 4, Áki Egilsnes 4, Julian Olsen 3, Agnar Joensen 2, Sjúrður Olsen 2 og Teis Rasmussen 1

