Meiningahornið – Nú eisini ein “Listakassa” í Gundadali

kjkjkj

Ikki riggar Listakassin bygdur aftrat smáu núverandi húsum.

Vit kunnu øll vera samd um, at byggilistin hevur ikki verið í hásæti, síðani vit sum ung fyrstu ferð í 1960-árunum komu í tá vakra Gundadal við hugnaligari og vakrari á og einum fótbóltsvølli. Tórsvøllur og aðrir bygningar er bygdir so hvørt tørvurin er komin undan kavi, ein heildarætlan um Gundadal er ikki at hóma nakrastaðni, og Gundadalur er í dag ikki nakað prýði.

Hesin parturin av Listaskálunum er ikki tað heilt stóra prýði. (Mynd Vagnur)

Hesin parturin av Listaskálunum er ikki tað heilt stóra prýði. (Mynd Vagnur)

Eitt er ítrótturin, annað er Listaskálin. Sjálvur Listaskálin frá 1970 er heldur ikki nakað prýði, men fert tú inn í Plantajuna og sært nýggja partin av Listaskálanum frá 1993, so riggar hesin partur ómetaliga væl. Her síggja vit føroyska “stílin” aftur við smáum húsum bygd saman í eitt. Ikki henda “kassalistin”, sum alt ov nógv er av nógva staðni í býnum.

Listaskálin er vakur frá hesari síðuni. (Mynd Vagnur)

Listaskálin er vakur frá hesari síðuni. (Mynd Vagnur)

Nú ætla tey at taka Listaskálan frá 1970 niður og byggja ein “Listakassa” í fýra hæddum út ímóti Gundadalsvegnum. Listakassin skal byggjast aftrat uppíbyggingini frá 1993. Míni eygu sóu beinanvegin, at hesin Listakassi hoyrir slett ikki heima í umhvørvinum í Plantasjuni. Og eg vóni, at Tórshavnar kommuna ikki gevur byggiloyvi til slíkan Listakassa. Vit hava nógmikið at kassum niðri í býnum, og fólk halda fram at byggja hesa ljótu kassarnar, har lítil og eingin byggilist er at hóma.

Hetta er vakrasti partur av Listaskálanum. (Mynd Vagnur)

Hetta er vakrasti partur av Listaskálanum. (Mynd Vagnur)

Eg vil siga tað soleiðis, at vilja fólk byggja nýggja Listaskála fyri 40 milliónir, so er at fara aðrastaðni við bygninginum. Kanska niðan í Hoyvíkshagan ella í Markngil. Núverandi hølini hjá Listaskálanum skulu nokk kunna brúkast til annað virksemi. Síggi, at nógvar eru viðmerkingarnar á Facebook um nýggja Listakassan. Bara heilt fáa fólk dáma nýggja bygningin, meðan stóra fjøldin halda sum eg, at hasin Listakassin hoyrir slett ikki heima í Plantasjuni. Listakassin er hvørki vakur, ella passar inn í heildina við Gundadalsvegin.

Nøkur fólk er skjót  at siga, at tit eru gomul, liva í fortíðini og vilja ikki broytingar, men hetta er ikki sannleikin. Vit vilja sjálvandi broytingar, men broytingar við skili. Einaferð var ætlanin at útbyggja Listaskálan oman ímóti Hvíldarheiminum, men tí betur gjørdist henda ætlan av ongum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *