Nú kava vit enn djypri niður í stigatalvurnar og hagtølini

Jacklin og tær á neistaliðnum mugu vera nøgdar við annað stigið eftir fimm mál leiðslu til Kyndil við hálvleik

Jacklin og tær á neistaliðnum mugu vera nøgdar við annað stigið eftir fimm mál leiðslu til Kyndil við hálvleik

 

Stóran søgan hesuferð er, at KÍF vann á Skála við Nicklas Selvig á liðnum eftir slaka byrjan í kappingini, og mansliðini hjá VÍF og Kyndli vunnið sínar dystir ávíkavist ímóti H71 og Neistanum. VÌF kvinnur hava bitið seg fastan í oddin, Neistin og Kyndil kvinnur spældu javnleik. Tað eydnaðist at fáa allar dómaraseðlarnar skjótt og væl, og klokkan er bara 18.35, og alt tilfarið skrivað og lagt á heimasíðuna.  

Fara vit til kvinnurnar fyrst, var toppdystur í Havn millum Neistan og Kyndil kvinnur. Dysturin endaði 25-25, og tað má sigast at vera væl komið aftur av neistakvinnum, tí tær vóru við hálvleik aftanfyri við fimm málum. Slíkir innanhýsisdystir millum topplið hava ómetaliga nógva at siga á stigatalvuni. Liðini spæla mest sum um fýra stig. Eg ringdi til Klaksvíkar at spyrja um dystin millum Stjørnuna og VÍF. Formaðurin í Stjørnuni var hampuliga væl nøgdur, og serliga nevndi hann, at Stjørnan spældi javnleik í seinna hálvleik. Til stuttleika kann nevnast, at Durita Chritophersen Jojic er veruliga farin at skjóta nógv mál aftur, síðani hon varð gift og fingið Jojic aftrat í eftirnavnið. Ja, so var Simona Petersen aftur at síggja í Stjørnubúnanum.

Tað áhugeverda er nú á stigatalvuni, at VB hevur tapt trý stig, Neistin tapt fimm stig og VÍF og Kyndil tapt seks stig. Ja, og VÍF sum eg næsta hevði avskrivað sum veruligt oddalið, hevur bitið seg fæst í oddin eftir serliga sigrar á Kyndli og Neistanum. Tætt er í oddinum og harvið spenandi um tey tvey FM-finaluplássunum

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 9 267 192 75 13
2 VÍF 9 252 204 48 12
3 Kyndil 9 236 190 46 12
4 VB 7 191 134 57 11
5 StÍF 7 165 150 15 6
6 Stjørnan 8 141 235 -94 2
7 Søljan 7 72 219 -147 0

Torført at fáa skil á úrslitunum hjá monnunum, tí KÍF skjýtur fimtan mál ímóti Kyndli fyri viku síðani fyri síðani at skjóta 35 mál á útivølli ímóti StÍF. Ja, og at StÍF skjýtur 31 mál og letur 35 fara í egið mál. Ikki kom óvart á meg, at VÍF vann á H71 og Kyndil vann á Neistanum. Men tað sýnist, sum Kyndil seinni árini altíð hevur havt tað torført ímóti Neistanum, og at H71 hevur klárað seg væl ímóti VÍF. Men í dag vunnu oddaliðini. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 9 243 197 46 16
2 Kyndil 9 210 184 26 13
3 H71 8 199 166 33 10
4 Neistin 9 201 231 -30 7
5 KÍF 8 205 217 -12 6
6 StÍF 9 216 236 -20 4
7 Team Klaksvík 8 188 231 -43 4

StíF – KÍF menn 31 – 35 (16-17) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas J. Thomsen

Málskjúttar StÍF: Kjartan Johansen 9, Sveinur Justinussen 5, Jógvan G. Joensen 5, Pætur Johansen 4 Fríði R. Djurhuus 3, Marius Joensen 3 og Jóhannus Olsen 2

Málskjúttar KÌF: Andrias Nielsen 11, Nicklas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Fríði Weihe 4, Ási Dam 4 og Rógvi Weihe 2

Neistin – Kyndil 23 – 25 (13-13) Dómarar. Gert Hansen og Arnar Dam

Málskjúttar Neistans: Rói Berg Hansen 8, Tommy Fletcher 7, Aleks Buha 3, Jugoslav Djumic 2, Terji Mørk 2 og John í Innistovu 1

Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 11, Bjarni Sørensen 4, Hjalti Bachmann 2, Julian Johansen 2, Birgir Poulsen 2, Frank Askildsen 2, Andrias Sólsker 1 og Høgni Klein Olsen 1

H71 – VÌF 24 -27 (11-11) Dómarar: Heri Petersen og Tummas Juul Thomsen

Málskjúttar H71: Hallur Biskopstø 6, Rúni Højgaad 5, Helgi Hoydal 4, Mark Marcher 4, Jesper Petersen 2 , Pætur Thomsen 1, Hans Kári  Hansen 1 og Tróndur Arge 1

Málskjúttar VÍF: Julian Olsen 6, Áki Egilsnes 6, Filip Jojic 6, Heini Hanusarson 3, Mads Eriksen 3, Agnar Olsen 2 og Sjúrður Olsen 1

ææææ

Søljan – VB kvinnur 9 – 32 (5-13) Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam

Málskjúttar Søljan: Arnleyg Haraldsen 3, Petra Thomassen 2, Rebekka Johannesen 2 og Oddvør Lauritsen 1

Málskjúttar VB: Helga E. Kjærbo 6, Rúna M. Jacobsen 5, Gitare Butkeviciute 5, Barbara K. Hjelm 3, Birita H. Olsen 3, Ingrida Koudyte 3, Rannvá Johannessen 2, Bjarta Hergeirsdóttir 2, Una Egilsdóttir 2 og Guðrið Mortensen 1

Neistin – Kyndil kvinnur 25 -25 (12-17) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Málskjúttar Neistans: Eir Berg 7, Milica Rankovic 6, Birgit Jacobsen 5, Jacklin Djurhuus 3, Súsanna Nólsoy 1, Lilja Mohr 1, Birita Wardum 1 og Nicoleta Hansen 1

Málskjúttar Kyndils: Anna Brimnes 8, Randi S.Wardum 4, Marianna Eystberg 4, Bjarta Johansen 2, Bára K. Hansen 2, Turið Arge 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Guðrun Restoff 1 og Anna Sofía Mohr 1

Stjørnan – VÍF kvinnur 19 – 27 (7-16) Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

Málskjúttar Stjørnan: Mina Sirdal 5, Judith Hansen 3, Simona Petersen 3, Una Váðklett 2, Lilja Jacobsen 2, Ella Petersen 1, Simona Florea 1, Gydny Johannessen 1 og Edith Hansen 1

Málskjúttar VÍF: Durita C. Jojic 10, Tóra Seloy 3, Agnas Olsen 3, Liljan Djurhuus 3, Daniella Joensen 3, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Rakul Joensen 1, Randi Virgarsdóttir 1, Anika Patti 1 og Eilen Hansen 1

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *