So er fyrsti “lykladysturin” í øðrum umfari í bestu kvinnudeildini spældur í Vági. Tapti VB dystin fyri Kyndli á heimavølli, hevði eg longu sagt, at VB mestsum ikki náddi FM-finaludystunum. Tað er hetta við innanhýsisdystunum, eg havi nevnt áður. Men VB vann dystin ímóti Kyndil á heimavølli 25-20, og hetta ber í sær, at stórur spenningur er frammi í oddinum. Nú bíða vit eftir dystinum mikukvøldið millum VÍF og Neistan í Vestmanna. Vinnur Neistin dystin ella umvent, at VÍF tapir dystin, so hevur VÍF í hvørfall mist Neistan í kappingini at náa FM-finalunum. Men hetta eru sjálvandi alt gitingar.
Eg havi ringt til Vágs til tess at frætta eitt sindur, hvussu dysturin gekk millum VB og Kyndil. Har siga tey, VB spældi sín besta dyst og serliga fyrra hálvleik higartil í kappingini. VB málverjin stóð sín besta dyst og VB verjan var hin besta higartil í kappingini. Tí vann VB 25-20 á Kyndli í dag. Hyggja vit at stigatalvuni, so hevur Neistin tapt tvey stig, VB trý stig, Kyndil fimm stig og VÍF og StÍF hava mist seks stig.
Tað var Kyndil, sum byrjaði best í Vági, tí longu eftir fimm minuttir spæl var Kyndil á odda 3-1 við ógvuliga ágrýtnum álopsspæli. VB byrjaði spakuliga at fóta sær og eftir tíggju minuttir var støðan 5-4 til Kyndil. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fór VB fram um og legði seg á odda 8-6, men tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttir í fyrra hálvleiki, at VB fekk sær trygga leiðslu. 14-9 til VB við hálvleik.
Kyndil byrjaði eisini seinna hálvleik best aftur við ágrýtnum álopsspæli, har Kyndil fekk tvey skjót mál. Eftir tíggju minuttir var støðan 17-13 til VB, men Kyndil minkaði næstu løtuna um støðuna heilt niður í eitt mál 19-18 til VB. VB var best seinastu tíggju minuttirnar og vann týdningarmikla dystin fyri VB 25-20. Nú er VB framvegis við í oddastríðnum, og tað er Kyndil so sanniliga eisini. Ì Vestmanna vann VÍF 31-21 á StÍF, og VÍF spælir mikukvøldið eisini spennandi dyst ímóti Neistanum í Vestmanna. Í vetur er meira spenningur enn seinasta vetur, hvørji lið náa FM-finaluplássini. (Vagnur)
Málskjúttar VB: Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 8, Gintare Butkeviciute 4, Rannvá Johannessen 4, Una Nolsøe 3, Bára Krosslá Mortensen 2, Laila Jespersen 2, Guðrið Mortensen 1 Ingrida Kuodyte 1
Málskjúttar Kyndils: Anna Brimnes 5, Bára Hansen 4, Bjarta Johansen 4, Ásleyg Súnadóttir 2, Randi Wardum 2, Turið Arge 1, Anna Sofía Hjalt Mohr 1 og Marianna Eystberg 1
Dómarar: Heri Petersen og Tummas Juul Thomsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 7 | 220 | 137 | 83 | 12 |
| 2 | Kyndil | 7 | 186 | 147 | 39 | 9 |
| 3 | VB | 6 | 159 | 125 | 34 | 9 |
| 4 | VÍF | 7 | 195 | 163 | 32 | 8 |
| 5 | StÍF | 6 | 147 | 125 | 22 | 6 |
| 6 | Stjørnan | 7 | 122 | 208 | -86 | 2 |
| 7 | Søljan | 6 | 63 | 187 | -124 | 0 |
