Ítróttafeløgini gjalda ikki longur leigu í hallunum

Frálikt, at feløgini eru sloppin undan hallarleiguni. Nú valdar líkarættur í Gundadali. (Mynd Vagnur)

Frálikt, at feløgini eru sloppin undan hallarleiguni. Nú valdar líkarættur í Gundadali. (Mynd Vagnur)

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at øll ítróttafeløgini frá 1. august í ár skulu venja ókeypis í hallunum hjá kommununi. Fyri 1. august í ár var soleiðis, at fótbóltsfeløgini hava altíð vant ókeypis á fótbóltsvallunum, meðan tildømis hondbóltsfeløgini hava goldið tímaleigu í hallunum.

Kommunan lat stuðul til hallarleigu til ung, so tá stuðulin er íroknaður, hava feløgini goldið umleið 75 krónur um tíman í hallarleigu. Frá 1. august er hetta søga. Tórshavnar kommuna eigur allar skúlarnar og harvið fimleikahallirnar, og kommunan eigur allar fótbóltsvallirnar og ítróttahallirnar minus Gundadalshøllina, sum Kyndil, Fleyr og Neistin eiga. Men her er eisini ein loysn funnin. Rokningarnar, sum Gundadalshøllin sendir teimum trimum feløgunum, verða sendar víðari til kommununa.

Í míni verð er sjálvfylgja, at kommunan er farin at gjalda alla hallarleiguna hjá innanduraítróttinum. Hetta skuldi verið gjørt fyri nógvum árum síðani, tí fótbólturin hevur jú altíð vant ókeypis á fótbóltsvallunum. Fótbóltsvallir eru eisini kostnaðarmiklir í rakstri, tí fleiri menn arbeiða jú í Gundadali til tess at halda alt í góðum standi.

Onkur spyr kanska, hvat feløgini so skulu brúka peningin til, nú tey ikki longur gjalda í hallarleigu. Her er at siga, at peningur rennur skjótt úr pengakassanum hjá feløgunum, tí samsýningar verða lætnar til summar venjarar, og summi feløg hava eisini útvegað sær útlendskan styrk, sum kostar nógvan pening.

Myndin omanfyri er av Gundadalshøllini, sum ætlanin er at útbyggja til dupulthøll. Málið er ikki avgreitt enn, og feløgini Kyndil, Fleyr og Neistin eiga framvegis høllina. Tað seinasta er, at kommunan fer at kanna, hvat slík útbygging kostar. Kommunan fer í næstum at innheinta tilboð um arbeiðið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *