Meiningahornið – Eyðmýkjandi fyri suðuroyingar á hvørjum ári

Strandferðslan skal sjálvandi ikki minka um túratalið til Suðuroyar. (Mynd Vagnur)

Strandferðslan skal sjálvandi ikki minka um túratalið til Suðuroyar. (Mynd Vagnur)

Eg stúrsaði við, tá Strandferðslan í fjølmiðlunum boðar frá, at neyðugt er at skerja túratalið hjá Smyrli tveir túrar í vetur, tí fíggjarligt hall er á stovninum. Hetta er afturvendandi søgu frá Strandferðsluni, og enn einaferð rakar tað fólkini í Suðuroy. Grundgevingin hjá Strandferðsluni er, at altjóða lógir siga, at manningin á Smyrli nú skal hava meiri hvíldartíð. 

Eisini verður sagt, at verður átakið framt, sparir Strandferðslan 800.000 krónur, tað sum eftir er av árinum. Álvaratos, hví skulu fólkini í Suðuroy svíða fyri, at altjóða lógir siga, at manningar nú skulu hava meira hvíldartíð. Hetta er uppgávan hjá landsins myndugleikum at loysa og gjalda. Tað er at játtað henda pening til Strandferðsluna beinanvegin, so tænastan ikki vesnar.

Tað má vera eyðmýkjandi hjá suðuroyingum hvørt ár at hoyra um at minka um túratalið til Suðuroyar. Nú sigi eg sum Sirið Stenberg: Strandferðslan tosar ongantið um at betra um ferðaleiðina til Suðuroy og harvið sigla fleiri túrar. Føroyar er eitt oyggjaland, og líkarættur má valda kring landið. Eg skilji ikki, at tá røddir tosa um at gera tunlar aðrastaðni í Føroyum fyri milliardir,  so tosar mann í somu løtu at skerja túratalið Suðuroyar. Hetta hongur slett ikki saman í míni verð.

Eg haldi, at allir tinglimirnir úr Suðuroy skulu sláa nevan í borðið og einaferð med alla fingið fáa frið um farleiðina til Suðuroyar, so suðuroyingar sleppa undan afturvendandi eyðmýkjanini hvørt ár. Eins og aðrastaðni í verðini sleppur Føroyar ikki undan miðsavnan. Eri ein av teimum, sum haldi, at vit mugu fyri alt í verðini hjúkla um útjaðaran í landinum, og tá má ferðasambandið koma í fyrstu røð. Vit hava bygt stásiligt skip til Suðuroyarsiglingina, og so má neyðugur peningur játtast at nøkta tørvin hjá suðuroyingum.(Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *