Mangt er undarligt á hesi fold eisini á Apotekinum. Tá tú kemur í mín aldur, fært tú onkuntíð boð frá læknanum, at heilivágur má takast. Hetta er sjálvandi í lagi, men tá tú kemur á Apotekið, skalt tú knappliga taka støðu til nakað, sum tú slett ikki hevur skil fyri. Altíð fyrikomandi fólkini á Apotekinum spyrja, um tú vilt hava tann dýrara heilivágin ella tann bíligari heilivágin.
Í mínum føri kostaði tann dýrari heilivágurin henda dagin um 800 krónur, meðan tann býligari kostaði um 80 krónur og tíggju ferðir minni fyri somu mongd. Tá eg spyrji kvinnuna handan diskin, hvør munurin er á heilivágnum, tá prísmunurin er so stórur, svaraði hon nakað soleiðis: – Tann bíligari vøran er ein “kopivøra” av upprunavøruni, men heilivágurin inniheldur tað sama, sigur kvinnan og leggur aftrat, at tey, sum framleiða upprunavøruna hava gransað so nógv, áðrenn tey eru komin fram til rætta heilivágin, at granskingarpeningurin má fáast innaftur. So hugsi eg: Tá fólk kunnu fáa sama heilivág fyri 80 krónur, og upprunaheilivágurin kostar 800 krónur fyri somu mongd, velja fólk óivað bílagari loysnina, men tað geri eg ikki.
Eg havi tað fatan, at upprunavøran má vera tann rætti heilivágurin. og at tann bíligari vøran ikki kann vera eins góð og uppruna vøran. Tí hesin prísmunurin, men eg keypi altíð upprunavøruna. Óivað eru nógv fólk, sum slett ikki hava ráð at keypa upprunavøruna á Apotekinum, tí hon kostar alt ov nógv. Haldi meg minnist, at undanfarna samgongan tók stuðulin burtur til dýra heilváginum, tí bleiv upprunavøran knappliga so dýr. Skilji heldur ikki fyritøkuna, sum framleiðir upprunavøruna, tí kunnu fólk keypa heilivágin fyri tíggju ferðir minni upphædd, enn upprunavøran kostar, so missir fyritøkan sølu og harvið pening.
Kenni fleiri fólk, sum altíð halda seg til dýraru og harvið uppruna vøruna, sjálvt um tú kanst sleppa nógv, nógv bílígari. Í mín verð má okkurt vera spinnandi gali, tá heilivágur, sum sigst vera sami heilivágur kann keypast fyri 800 krónur ella 80 krónur fyri somu mong. Eg skilji ikki hetta rættiliga, og hví fólk við diskin á Apotekinum skulu koma í støðuna at velja millum dýrara og bílígari heilivágin. (Vagnur)
