
Ikki løgið at slíkar myndir kunnu tykjast ógvusligar fyri útlendingar. Nógv fólk, hvalir og blóð. (Mynd Heimabeiti)
Tá eg síggi í fjølmiðlunum, at politikari sigur, at Sea Shepherd tapti á Sandi, so haldi eg júst tað mótsatta. Sjálvandi vita Sea Shepherd fólkini, at løgreglufólk koma á staðið, um grind er funnin. Sea Shepherd fólk uppliva mangt kring heimin, tá tey mótmæla ymiskum. Og tey leggja nógv fyri. Besta dømi var, tá nógv fólk frá felagsskapinum vóru varðhaldsfongslað í Russlandi í fleiri vikur. Tey kenna váðan.
Kanska meta føroyingar drápið á Sandi sum ein sigur, men Sea Shepherd metir eisini drápið sum ein sigur, hetta síggja vit jú í fjølmiðlunum. Sigurin hjá Sea Shepherd er: Tey eru til staðar, mótmæla og halda lív í kjakinum um grindadráp. Tey taka myndir at senda kring knøttin, og úti í heimi sita fólk hjá felagsskapinum og fóðra fjølmiðlar við hendingum úr Føroyum.
Sjálvandi ávirkar hetta umdømið hjá Føroyum úti í heimi. og eg rokni við, at hetta bara er byrjanini, nú hesin felagsskapur hevur sett fótin fastan á okkara klettum. Fólkini fara óivað heim um ikki so langa tíð við nógvum upplivingum ríkari. Tey kenna nú okkara land og umstøðurnar kring landið. Alt er við í eftirmetingini av átakinum í Føroyum. Onga tið betur, at Sea Shepherd verða handtikin, tí so meira umrøðu í fjølmiðlunum. Hetta er alt tilvitað ætlan.
Eg haldi, at tað kann tykjast ógvusligt og ræðandi, at føroyingar ikki longur kunnu halda eini grind til uttan at alvápnaðar føroyskar løgreglumenn, danskar servandar løgreglumenn og tyrlur mugu ansa føroyskum grindamonnum. Hetta fær meg ivast, um vit nakrantíð aftur kunnu halda eini grind til í friði og náðum. Í politikki verður mangan nýtt orðið “glíðubreyt”.
Sjálvt um vit eiga góðan bát, eri eg ikki ein av teimum, sum leypi avstað, tá ið rópt verður grindboð. Hetta var spennandi á ungum árum, men ikki longur. Men mær dámar væl at eiga nakað av spiki aftur við turrum ella røstum fiski. Spell, um tað kemur hartil, at vit mugu vera hesar spikbitar fyri uttan. Men vit yvirliva sjálvandi.
Sea Shepherd felagsskapurin telur nógvar limir, og verða nøkur fá fólk handtikin og víst úr Føroyum, so standa aðrir limir í bíðurøð at koma til Føroya at verja grindahvalin. (Vagnur)