Meiningahornið – Sea Shepherd er ikki eitt “flopp” í Føroyum

Løgmaður fer skeivur um átakið hjá Sea Shepherd í Føroyum. (Mynd Álvur)

Løgmaður fer skeivur um átakið hjá Sea Shepherd í Føroyum. (Mynd Álvur)

Eg síggi í fjølmiðlunum løgmann siga, at Sea Shepherd er eitt “flopp”, og at felagsskapurin einki hevur uppnátt við átakinum í Føroyum. Her fer løgmaður púra skeivur, tí tá Sea Shepherd fær stórt løgreglulið at fara stimandi til Hvalbiar, tí ætlanin er at halda grind til har, er nógv vunnið hjá felagsskapinum. Sea Shepherd felagsskapurin hevur niðurbundið føroyska samfelagið, tá talan er um grindadráp. 

Millum manna siga fólk, at vit mugu fyri Guðs skuld ikki drepa grind, so leingi Sea Shepherd fólkini eru í Føroyum. Tvær grindir er funnar í summar, aðra vildi sýslumaður ikki halda til, men tað vóru jú Sea Shepherd fólkini, sum beindu grindina aftur í stóra havið. Grindin í Hvalba slapp, men so stórt hóvasták gjørdist í Hvalba, at bilar stóðu fastir í Hvalbiartunlinum. Haldi eisini, at Tyrlan fleyg løgreglufólk til Hvalbiar.

Sea Shepherd fólkini koma óivað eisini til Føroya næsta  ár.

Sea Shepherd fólkini koma óivað eisini til Føroya næsta ár.

Sea Shepherd er eisini komin á politiska pallin í Føroyum, har bæði løgmaður og ymsir borgarstjórar fáa høvuðsbrýggj av Sea Shepherd fólkunum. Eg havi varhugan av, at Sea Shepherd fólkini eina ferð med alla hava sett fótin fastan í Føroyum. Tá kend útlendsk listafólk og kendir sjónleikarar leggja leiðini til Føroya, og fleiri hundrað fólk hjá felagsskapinum hava verið í Føroyum summar, so koma tey eisini aftur næstu nógvu árini.

Føroya løgmaður fer ógvuliga lætt um sannleikan, tá hann sigur at “Sea Sheperd er eitt flopp”. Nú bíðar føroyingurin eftir, tá fyrsta grindin leggur beinini í Føroyum, og Sea Shepherd fáa góðar myndir at senda út í heim. Vónandi stendur tá ikki bardagi millum alvápnaðar føroyskar grindamenn og Sea Sheperd fólkini, sum gerast meira og meira ótolin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *