Eingin kreppa er at hóma í Gundadali

Nógv er broytt í Gundadali í fimti ár, og nú treingist á økinum. (Mynd Vagnur)

Nógv er broytt í Gundadali í fimti ár, og nú treingist á økinum. (Mynd Vagnur)

Í morgun spákaði eg mær niðan í Gundadali. Hevði myndatólið í lummanum, tí kanska kom eg fram á onkra søgu at skriva um á heimasíðuni. Sólin skein bæði oman og niðan. Eg fekk hugskotið at ganga niðan á høvdina norðan fyri ÍSF húsið, tí eg átti mynd, sum er tikin oman í Gundadal júst frá hesum stað fyri meira enn fimti árum síðani. Òmetaliga nógv er broytt í Gundadali hesi fimti árini, og í Gundadali er eingin kreppa at hóma, tí har grava stórar maskinur, og í nýggja húsinum hjá Fótbóltssambandinum, sum er um at vera liðugt, eru nógvir handverkarar til arbeiðis.

Áhugaverd mynd. Fótbóltur og hondbóltur spældur á grúsvølli, og nógvir eru áskoðararnir.

Áhugaverd mynd. Fótbóltur og hondbóltur spældur á grúsvølli, og nógvir eru áskoðararnir.

Hyggja vit at gomlu myndini av Gundadali, so er myndin tikin fyri 1964, tí einki neistahús er á myndini. Heldur ikki barakkin, sum B36 keypti úr Mjørkadali. Óivað er myndin tikin allar fyrst í 1960-árunum. Hondbóltskvinnurnar á myndina spæla á grúsvølli, og vøllurin var asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár í 1964. Á myndini síggjast eisini tveir tennisvallir, har annar er ein grúsvøllur, og vestari tennisvøllur hevur betongundirlag.

Stásiligur bygningurin hjá Fótbóltssambandinum er um at vera liðugur. (Mynd Vagnur)

Stásiligur bygningurin hjá Fótbóltssambandinum er um at vera liðugur. (Mynd Vagnur)

Nýggja húsið hjá FSF er stásiligur bygningur, sum tekur seg væl út í landslagnum, og har áskoðarar koma at sita undir taki. Á vestaru síðu grov stór gravmaskina út fyri nýggjum áskoðaraskýli, har áskoðarar eisini koma at sita undir taki. Hesa løtuna kom eg at hugsa um alt arbeiðið, sum á sinni var gjørt til fátnýtist. Nú er so FIFA peningur við í ætlanini, og tá allir áskoðarar koma at sita undir taki, og vøllurin eisini er vorðin ein graslíkisvøllur, kunnu vit tosa um eitt veruligt stadion í høvuðsstaðnum.

Nógv virksemið er í Gundadali. (Mynd Vagnur)

Nógv virksemið er í Gundadali. Nærmast grava teir út fyri nýggjum ákoðararskýli. (Mynd Vagnur)

Nógvir stásiligir bygningar eru í Gundadali, men nú treingist veruliga á økinum. Haldi, at fólk í kommuni hava gloymt parkeringsplássini, tí eingin ivi eru um, at slíkir stórir bygningar við nógvum virksemi krevja heilt nógv parkeringspláss. Og ikki at gloyma, tá 6000 ákoðarar koma til landsdyst í Gundadali. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *