Altíð er áhugavert at fylgja við, hvat fer at henda, tá politikarar koma aftur í summarfrí. Í juli mánað eru sjálvt atfinningarsomu fjølmiðlafólkini í summarfrí, og vit onnur fáa hvílt politisku oyruni. Juli mánaður var ógvuliga friðarligur í so máta. Eg bíðaði bara eftir, hvør var fyrstur á avtrekkjaranum eftir ólavsøkurøðu løgmans. Annika Olsen skeyt fyrst við at siga, at tjóðskaparmálið er steindeytt. “Tú ert trý ár ov sein Annika, veljarin gjøgnumskoðar slíkt”.
Annika Olsen er skilagóður og arbeiðssamur politikari, hetta vísti eisini allar atkvøðurnar, hon fekk á seinasta løgtingsvali. Hon er landsstýriskvinna í almennamálum, sum er stórt málsøki, og Annika hevur klárað seg væl eftir míni metan. Altíð greið í talu í fjølmiðlunum.
Tí stúrsaði eg við, tá eg hoyrdi hana í fjølmiðlunum siga, at “tjóðskaparmálið er steindeytt”. – Vit mugu gera okkurt munagott, sum kann flyta mørk, og sum kann loysa gordiska knútin. Øll mugu geva seg, so vit kunnu finna miðloysnina í tjóðskaparmálum, sigur Annika Olsen millum annað.
Eingin er fullkomin heldur ikki Annika, og hesuferð traðkaði hon so dyggiliga við síðuna av. Onkur kallar hetta kanska politiskt sjálvmál. Trupulleikin við orðunum hjá Anniku er, at tey koma trý ár ov seint, og tí tekur fólkið ikki hesi orð í álvara og duga at gjøgnumskoða, at hetta einans er vanligt “valflesk”. Hevði Annika langa nevan í borðið fyrst í Fólkaflokkinum og síðani í fjølmiðlunum beint eftir seinasta løgtingsval, var støðan ein heilt onnur.
Nú skulu vit lyfta tey fátæku
Í løgmansrøðuni segði løgmaður millum annað: Nú skulu vit lyfta tey fátæku. Hesi orðini koma eisini trý ár ov seint, sum fólk heldur ikki taka í álvara. Tey eldru ella rættari sagt pensionistarnar verða altíð misbrúktir í valstríðnum, har alt gull og grønar skógir verða lovað teimum gomlu. Vit vita øll, hvussu spart verður á ellisheimum, røktarheimum og sambýlum kring landið, har millum annað náttavaktir skuldu sparast burtur.
Varð løgmaður komin við mergjaðu orðunum fyri trimum árum síðani, var støðan ein heilt onnur. Orðini hjá løgmanni eru eins og hjá Anniku vanligt “valflesk”, nú gott eitt ár er til næsta løgtingsval. Hetta vita fólk, og hvørki løgmaður ella Sambandsflokkurin skora nakrar atkvøður við at borðreiða við orðunum. Nú skulu vit lyfta tey fátæku. Ikki fyrr enn orðini er gjørd til veruleika, trúgva fólk slíkum. (Vagnur)
