Gurid Mortensen vald til ársins spælara við slitnum krossbandi

Gurid er frálíkur hondbóltsspælari og slóðar altíð fyri.. (Mynd Álvur)

Havi altíð vitað, at Gurid hevur leiðaraevni og hevur ótrúliga góða ávikan á eitt hondbóltslið, tí hon slóðar fyri. Júst sum fyrireikingin varð byrjað til landskappingina í fjør, fór annað knæið hjá Gurid úr lið. Hetta var í august mánað. “Knæið hovnaði, men eg roknaði við, at talan var bara um meniskskaða. Fjúrtan dagar seinni fekk eg mær fatur í skinnara og helt fram at venja”, sigur Gurid.

Hetta ljóðar ikki at bera til. Gurid Mortensen úr Vági fekk í gjár boðini frá lækna, at krossband var slitið, og at uttara liðband var skatt.. Tað vil siga, at hon hevur spælt heilt kappingarár við slitnum krossbandi, og hon bleiv á gallaveitsluni í Klaksvík vald til ársins spælara. Gurid fyllir 30 ár í ár, eigur tvey børn, og hon arbeiðir sum fysioterapeutur.

Men hevði Gurid ikki mistankan, at skaðin í knænum var meira enn møguligur meniskskaði?

-Tað er gingin rúm tíð, síðani knæið fór úr lið í august mánað í fjør, til knæið endaliga er kannað. Eg hevði nú mistankan, at skaðin var meira enn møguligur meniskskaði, tí sjálvt um eg spældi við skinnara, so føldist, at knæið fór undan mær. Eg fekk ikki gjørt tað á vøllinum, sum eg plagdi, fekk ikki finta og vart til síðurnar.

Gurid hevur frá ungum árum verið ein av bestu spælarunum í Føroyum. (Mynd Álvur)

-Læknin helt tað vera ótrúligt, at eg havi kunnað spælt í allan vetur, sjálvt um eg brúkti skinnara. Vøddarnir í beinunum hjá tær mugu vera sterkir, segði hann. Hann helt eisini, at krossbandið møguliga er slitnað fyri august mánað í fjør, tí hetta sá hann á arrvevnaðinum.

-Tvinnir eru nú møguleikarnir við skadda knænum. Tú kanst skriva teg á listan hjá skurðlækna og fáa nýtt krossband, sum nógvar føroyskar og danskar hondbóltskvinnur hava fingið. Eftir gott ár við miðvísari venjing ert tú aftur á vøllinum. Tú kanst eisini velja ikki at fáa nýtt krossband, men halda fram at venja vøddarnar í knænum og spæla við skinnara.

Nú fylli eg næstu ferð 30 ár, og nógv ár spæli eg ikki aftrat í bestu deildini. Havi ikki tikið avgerð, hvat skal gerast, sigur Gurid at enda.

Eg havi áður skrivað um slitin krossbond hjá hondbóltsspælarum. Hevði einaferð samrøðu við Sølvá Winther Olsen, lækna, sum hevði verið á skeiðum í Danmark um júst slitin krossbond hjá ítróttafólkum. Hann segði millum annað í greinini, at kvinnur hava veikari krossbond enn menn og hava eisini øðrvísi rørslur á vølli enn menn, tí slíta nógv fleiri kvinnur krossband enn menn. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *