Fróði Ólason Olsen er argjamaður við stóra A og brennur fyri kappróðri

Fróði Ólason Olsen vátur eftir snarróðurin í vár. (Mynd Vagnur)

Fróði Ólason Olsen vátur eftir snarróðurin í vár. (Mynd Vagnur)

Í nógv ár havi eg fylgt Fróða, sum brennur fyri kappróðri bæði á Argjum og kring landið. Hann var eitt skifti formaður í Argja róðrarfelag, og nú er hann í trímannanevndini, sum fyriskipar ólavsøkuróðurin. Hann var eisini við at stovna Argja bóltfelag í 1973. – Í kreppuárunum í 1990-árunum flutti eg til Danmarkar, og afturkomin til Føroya vildi eg “blanda” meg aftur í samfelagið og gera mun, sigur Fróði.

Tey sum fylgja við “Kappróðrarkjakinum” á Facebook síggja, at ein Fróði Ólason Olsen altíð er góður fyri eina góða viðmerking. Hann er bersøgin, skemtuligur og er ikki bangin at siga fólki, at hann er argjamaður við stóra A og kann eisini skemta við hesum. Eg havi hitt 58 ára gamla argjamannin, sum ikki hevur róð sjálvur, men hevur eitt skifti verið formaður í Argja róðrarfelag og hevur staðið fyri útleigan av húsinum til ymisk endamál.

Mær dámar væl slíkar persónar sum Fróða, tí hann hevur lætt sinni og vil øllum tað allar besta. Eg spyrji fyrst Fróða, hví hann kom í Argja róðrarfelag, tí hann var ein av teimum, sum stovnaðu Argja bóltfelag í 1973 og slóðaði í nógv ár til tess at menna fótbóltin á Argjum, sjálvt um umstøðurnar ikki vóru góðar frá byrjan.

Neystið á Argjum er bygt í 1987. (Mynd Vagnur)

Neystið á Argjum, sum er útbygd suðureftir, er bygt í 1987. Fíggjarstøðan í felagnum er góð.  (Mynd Vagnur)

– Eg var fyrst í fótbóltinum, men so komu kreppuárini, og eg flutti til Danmarkar. Afturkomin til Føroya vildi eg “blanda” meg aftur í samfelagið, møtti upp á aðalfundi hjá Argja róðarfelag og kom í eina stuðulsnevnd. Hetta var í 1997. Longu árið eftir kom eg í sjálva nevndina. Argja róðrarfelag var tá illa fyri fíggjaliga og skyldaði nógvan pening. Dreingirnir í húsinum komu at rógva í felagnum, og eingin ivi er um, at uttan góða stuðulin frá konuni Marionnu Haraldsen, hevði ikki borið til, tí umframt, at vit taka okkum av húsinum, hevur hon øll árini skipað fyri bingo aðru hvørja viku í neystinum. Neystið varð bygt í 1987.

Marianna og Fróði geva veruliga sítt íkast til Argja róðrarfelag.

Marianna og Fróði geva veruliga sítt íkast til Argja róðrarfelag.

– Haldi, at tá ið eg kom aftur til Føroya var ein inniklemma orka, sum vildi at sleppa útaftur í føroyska samfelagið at hjálpa serliga úti á Argjum. Eg vildi nakað, sum gjørdi mun, og mær dámar væl at virka millum ungdóm.

– Tú spyrt, hvat ger, at Argja róðarfelag sýnist sum væl skipað róðrarfelag? – Eg haldi, at tað er eydnast okkum at hava góðar manningar í felagnum, og at bátar hava vunnið, sum vit onnur kunnu heiðra og vera felags um. Eisini er eydnast okkum at hava góð fólk í nevndini. Vit leggja stóran dent á at vera góð við einstaka rógvaran. Vísa okkum í neystinum, práta við rógvarar og eftir stevnu altíð geva teimum nøkur góð orð heim við sær, sjálvt um ikki er gingist er vild  á stevnu.

– Nú vit hava fingið nýggja 10-mannafarið, føli eg veruliga, at “ringurin” er komin allan vegin runt, tí vit hava nú bátar í øllum bátastøddum, sum eru mannaðir. Kann leggja aftrat, at vit øll árini taka ímóti rógvarum, tá ið teir koma aftur frá stevnu. Tey fáa okkurt til matna og okkurt at drekka, tá ið tey koma aftur í neystið, sigur Fróði.

Í ár er fyrstu ferð, at Havnar róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Havnar róðrarfelag skipa fyri ólavsøkuni í felag, og Fróði umboðar Argja róðrarfelag í nevndini. Fróði heldur seg ikki aftur, tá ið hann sigur, at fyri seg er hetta ein sólskinssøga.

Tvær eldsálir á Argjum. Óli Ólason Olsen og Høgni Jacobsen.

Tvær eldsálir á Argjum. Fróði Ólason Olsen og Høgni Jacobsen.

– Síðani Argir kom í Tórshavnar kommunu var afturvendandi ynskið á hvørjum ári, at Argja róðrarfelag var partur av ólavsøkuróðrinum. Hetta var ein sjálvfylgja fyri okkum, men sjálvt um vit yvirfyri kommununi vístu á okkara rætt, rendu vit hvørt ár høvdið ímóti einum múri. Endiliga eru vit rokkin á mál, og tað eri eg fegin um, sigur Fróði at enda.

Eg kendi væl Òla Olsen, sála, pápi Fróða. Hann hevði mangan bilin frá Vilhelmi Nielsen, har eg arbeiddi sum bilmekanikari. Í 1970 árunum var á hvørjum ári skipa fyri fiskikappingum, og eg minnist væl, tá ið Óli og Erik Hansen meira enn einaferð vunnu fiskikappingina.

Argjabáturin hevur róð á hvørjari stevnu síðani 1982.

Argjabáturin hevur róð á hvørjari stevnu síðani 1982.

Fróði segði mær eisini, at Argja róðrafelag leggur stóran dent á trygd í sjónum, og øll uttan undantak, skulu rógva í vesti. Fróði er ikki í longur í nevndini í Argja róðrarfelag, men tekur sær av at leiga út húsið saman við konuni. Hann fylgir væl við virkseminum í felagnum, og sum áður sagt er í nevndini, sum fyrireika ólavsøkuróðurin. Ja, so er Fróði ómetaliga errin av, at Argjabáturin hevur róð á hvørjari stevnu síðani 1982, tá ið Argja róðrarfelag bleiv stovnað. Talan er um einar 220 FM-róðrar. Fróði er eisini heiðurslimur í Argja bóltfelag og er eisini fegin um, at AB spælir í bestu deildini. ( Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *