Klaksvíkingur átti ikki at sloppið at róð á ólavsøku í ár

Dugi ikki síggja meining í, at Klaksvíkigur rør á ólavsøku.

Dugi ikki síggja meining í, at Klaksvíkigur rør á ólavsøku.

Eg síggi át Facebook, at Svein Rógvi og teir ætla at manna Klaksvíking á ólavsøku. Haldi mær til góðar í Klaksvík, men eg síggi slett ikki meiningina, at Klaksvíkingur rør á ólavsøku. Menn manna Klaksvíking til norðoyastevnu, síðani fara menn umborð á Páll Fanga, og so í farnu viku stóð at lesa, at menn vístu ikki, um teir mannaðu Páll Fanga, Nevið Reyða ella Klaksvíking. Alt hetta fær Norðlýsið nógvar greinar burturúr í summar, og sjónleikurin heldur fram.

Fyri fáum árum síðani var soleiðis, at skuldi tú rógva á ólavsøku, skuldi báturin hava róð í trimum av hinum FM-róðrunum. Men hetta er síðani broytt. Eg síggi, at Magnus Norðberg er ein av manningini. Vit hava lisið í fjølmiðlunum, at Svein Rógvi róði bara á norðoyastevnu, og í fjør boðaði Magnus Norðberg frá, at hann gavst sum rógvari. Hvat skal alt hetta hóvasták og hesin sjónleikur til, tá einki hald er í øllum hesum.

Gaman í hevur Klaksvíkingur klárað seg væl seinnu árini, men hesin sjónleikurin í fjølmiðlunum um Klaksvíking er “langt úti”. Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at Klaksvíkingur hevur ikki “sympati” millum róðraráhuga uttan fyri Klaksvíkina. Hevur Klaksvíkar róðrarfelag ikki manning til 10-mannafarið, so er manna Neviði reyða ella Páll Fanga. Og tá ið menn fóru umborð á Páll Fanga, so verð verandi umborð á Páll Fanga restina av árinum. Tit avskepla alla FM-kappingina og draga hana niður á lágt ítróttaligt støði.

Og so hoyra í fjølmiðlunum Svein Rógva siga: “Heilt ónatúrligt um vit vinna á ólavsøku, og aðrastaðni sigur, at tað eigur ikki at bera til”. At menn koma sær at fara í fjølmiðlarnar við slíkum einkisigandi møsni. Pulsurin hjá mær fer ikki upp, um Klaksvíkingur kanska vinnur á ólavsøku. Tvørturímóti merki eg eina niðurgerðing av føroyskum kappróðri bara hoyra Svein Rógva úttala seg í Norðlýsinum. Halt mær til góðar Svein Rógvi, eg skilji slett ikki tín róðrarhugburð.

Sjálvandi kann Klaksvíkingur vinna á ólavsøku, tí málið er bara 901,25 metrar. Sum eg skilji, hevur Drekin reyði av Argjum mist ein rógvara, so møguleikin hjá Klaksvíkingi gerst enn størri. Til seinast: Hvat hevði hent, um besta fótbóltsliðið hjá KÍ knappliga ikki kundi spæla ein landskappingardyst, tí menn fóru av landinum í arbeiðsørindum ella út at ferðast. Fótbóltssambandið hevði gjørt skjótt av og við brestin koyrt KÌ-liðið úr kappingini. Men í føroyskum kappróðri ber alt til. Tí verri.

Sjálvandi veit eg, at einki kann forða Klaksvíkingi at rógva á ólavsøku, men yvirskriftina havi eg valt, tí eg haldi, at tað er ómoralskt, at Klaksvikingur er við á ólavsøku. Heldur skuldu menn sitið í friði umborð á Páll fanga. Hugsi eisini um manningina umborð á Drekanum reyða, sum kann fáa oyðilagt sær ólavsøkuna, um teir kanska snáva orsaka av einum mistaki. Alt hetta er ikki nóg gott. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *