Eg var ovfarin, tá eg í vikuni koyrdi í nýggju rundkoyringina við Velbastaðvegin. Havi fylgt eitt sindur við málinum um brúnna um Sandá, tí eg heinti av og á abbabørnini úr skúlanum á Hamrinum. Og hvørjaferð vit koma oman ímóti staðnum, har nýggja brúgvin skal fara um Sandá, spyrja børnini: “Nær kemur brúgvin”. Ikki eri eg tann rætti at gera av, um arbeiðið at gera nýggju rundkoyringina er væl frágingið, men arbeiðið er gingið skjótt og væl, sjálvt um alt var ein “ruin” eitt skifti á arbeiðsleiðini.
Brúgvin um Sandá og harvið nýggju rundkoyringarnar í sambandi við brúnna fara at bøta nógv um nógvu ferðsluna har á leiðini. Tí nú má øll ferðsla út á Argir fram við Landssjúkrahúsinum ella eftir Velbastaðvegnum og so niðan millum húsini á Müllers trøð. Við nýggju brúnni verður Argir bundin í ringvegin.
Rundkoyringarnar og tilhoyrandi íbindingarvegir er fyrsta byggistig, sum fyritøkan hjá Andriasi Berg hevur staðið fyri. Næsta byggistig er at gera brúnna um Sandá. Arbeiðið skal J&K Petersen gera, og tey siga, at koyrast kann um Sandá á ólavsøku næsta ár. Fyrsta byggistig kostar 9,7 milliónir krónur og seinna byggistig, sum umfatar sjálva brúnna, kostar 60 milliónir krónur. (Vagnur)

