Úr myndasavninum – Kappróður hevur djúpar røtur í Miðvági

Miðvingur á ólavsøku í 2004.

Miðvingur á ólavsøku í 2004. (Mynd Hans Pauli við Misá)

8-mannafarið Miðvingur var fyrsti kappróðrarbátur Niclas í Koltri smíðaði. Hetta var í 1957, og tá var Miðvágs Róðrarfelag eisini stovnað. Tað má sigast at vera ein sólskinssøga, at felagið nú eigur vakurt neyst, fleiri nýggjar kappróðrarbátar og skyldar ikki eitt oyra. Greinina niðanfyri skrivaði eg fyri tíggju árum síðani í 2004 á www.drekin.fo

Vakra merkið hjá Miðvágs róðrarfelag.

Vakra merkið hjá Miðvágs róðrarfelag.

Kappróðurin í Føroyum kom í 1957 til eitt vegamót, tí Niclas í Koltri smíðaði tá miðvingum eitt 8-mannafar. Hesin bátur royndist so mikið væl, at Niclas næstu nógvu árini varð biðin at smíða nógvar bátar til feløg kring landið. Bátarnir hjá Niclasi vóru gongubátar við vøkrum sniði og smíðaðir av einum bátasmiði við sjáldsama góðum listagávum og handverkarahegni. Niclas kom at smíða flestu kappróðrarbátarnar, men nú eru eingir bátar hjá Niclasi við í FM-kappingini.

Við nýggja Miðvingi í 1957 var Miðvágs Róðrarfelag eisini stovnað, og hevur kappróður í nú eina hálva øld havt djúpar røtur í Miðvági. Haldis Hansen hevur verið kassameistari í felagnum í skjótt tjúgu ár, og hon sigur soleiðis um kappróðurin í Miðvági:

Ja, róðrarsøgan byrjaði við Miðvingi, men miðskeiðis í 80-árunum vildu vit betra um róðrarumstøðurnar í bygdini. Vit søktu fyrst um økið úti á Bakka, men hetta kundi ikki lata seg gera. Og so fingu vit økið frá kommununi, har nýggja neystið nú stendur. Neystið var teknað í 1984, at tað var eitt stórt arbeiða at fáa grivið út og slættað økið. Í 1993 varð neystið reist og í 2000 fluttu vit inn, men neystið er ikki heilt liðugt. Vit hava havt politikkin, at møguligir nýggir nevndarlimir ikki skulu dragast við eitt lán, sum vit hava tikið, sigur Haldis.

6-mannafarið Riddarin í 2006. (Mynd Cristopher)

6-mannafarið Riddarin í 2006. (Mynd Cristopher)

Í neystinum standa 5-mannaførini Beinta og Frúgvin, 6-mannafarið Riddarin og 8-mannaførini Miðvingur og Fríggjarin. Og ætlanin hevur allatíðina verið, at pláss eisini skal vera fyri einum 10-mannafari.

Miðvágs Róðrarfelag hevur sera góðar umstøður. Á loftinum eru rógvumaskinur, súkklur, renniband og vektir. Eisini er køkur og sjónvarpsstova. Og tá ið hin helvtin av loftinum eisini er innrættað, so er loftið góðkent til 80 fólk um hugsað verður um hugnakvøld og veitslur, sigur Haldis at enda.

Frúgvin gentur á ólavsøku í 2004.

Frúgvin gentur á ólavsøku í 2004. (Mynd Hans Pauli við Misá)

Vit fara í seinni grein at siga eitt sindur um, hvussu tað er at mannað kappróðrarbátarnar í Miðvági, og hvussu undirtøkan er fyri kappróðrinum í bygdini.

Vit á heimasíðuni kunnu bara ynskja Miðvágs Róðrarfelag góðan byr og ynskja teimum til lukku, at tey hava megnað at bygt eitt snotuligt neyst uttan at læna eina krónu. At fremja slíkt krevjandi arbeiði stimbrar um samanhaldið í felagnum og í bygdini. (Vagnur skrivað í 2004)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *