Meiningahornið – Málið um Barbaru skuldi verið loyst øðrvísi

Barbara spælir eisini í Neistanum næsta kappingarár. (Mynd Álvur)

Beint fyri FM-finalurnar millum Stjørnuna og Neistan vóru vit vitni til klagumál um neistaspælaran Barbaru Braur. Niðurgerandi viðmerkingar ímóti henni vóru at hoyra í høllini í Klaksvík. Neistafólk vóru í øðini, og málið endaði við, at Neistin sendi klagu til Hondbóltssambandið.

Sjálvur kenni eg bara málið frá fjølmiðlunum, men skjótt gjørdi eg mær niðurstøðuna: “Hetta málið átti ikki verið komið so langt og skuldi verið loyst øðrvísi”.

Áskoðarar eru nú eina ferð áskoðarar, tað veri seg um vit eru í Føroyum ella uttanlands, tó við muninum, at vit á okkara klettum ikki eru vón at síggja framferð, sum vit síggja í sjónvarpinum. Berir yvirkroppar, neyðbluss, bardagar, og tað, sum verri er. Her eru vit spard.

Nógvir útlendingar hava spælt í føroysku hondbóltskappingini seinastu nógvu árini, og útlendingarnir hava mangan gjørt av, hvar FM-heitið er endað. Vit hava lært nógv av útlendingunum.

Komi at hugsa um serliga tveir útlendskar spælarar, sum fyri nógvum árum síðani settu dám á føroysku kappingina og vóru í serflokki í mun til føroysku spælararnar. Henrik Gerster kom til H71 og Iona Rapa kom til VÍF. Báðir stórir og kropssterkir spælarar. Hesa bæði skutu so hart, sum hestur sparkar. Føroysku málverjarnir vóru slett ikki vanir við slík skot frá yrkisspælarum úr øðrum londum.

Tankarnir leita eisini aftur til 1978, tá ið neistakvinnur spæla altjóða dystir ímóti polsku meistarunum. Fólk øtaðust at síggja hesar kvinnur. Stórar og vøddamiklar kvinnur í heilt øðrum vektbólki enn neistakvinnur. Áskoðarar høvdu ikki áður sæð slíkar vøddatrimmaðar reyvar og lør.

Hví síggja slíkir spælarar út soleiðis? Teir venja frá ungum árum tunga vektvenjing, og við árunum gerast teir nógv bulmiklari, sterkari og tyngri. Hetta sært tú jú dagliga í útlendskum ítrótti.

Barbara Brauer heldur fram í Neistanum

Í mínum eygum er Barbara ikki øðrvísi á at líta á enn aðrir spælarar. Men vit skulu minnast til, at kvinnan hevur einki annað fingist við frá ungum árum enn at spælt hondbólt á høgum støði. Fyrst í heimlandinum síðani í nógv Harrans ár sum yrkisspælari í Spania og Týsklandi. Nú hon er eld, vildu hon royna nakað nýtt, áðrenn hon gavst med alla. Tí kom hon til Føroya. Tú kanst síggja hana spæla á alnótini uttanlands.

Eg má siga sum er, at tað er forbannað langt úti og niðurgerandi, at slík orð, sum vit hoyrdu í sjónvarpinum, verða rópt í Klaksvík ímóti Barbaru. Øll menniskju hava í sær felags kenslur. Hatur, sorg, kærleika og aðrar kenslur. Vanliga megna fólk at stýra kenslunum, men tað megnaði ávísir klaksvíkingar ikki henda dagin. Øvundsjúkan tók yvirhond.

Haldi ikki tað er rætt, tá kikarin verður vendir ímóti dómaranum og HSF. Dómararnir eru so mikið upptiknir undir dysti, at teir hava nógmikið at halda skil á. Kikarin skal heldur vendast ímóti leiðsluni í Stjørnuni. Umberingin skuldi fyriligið beinanvegin, fyrst til Barbaru, neistakvinnur og tess leiðslu síðani til Neistan sum felag. Stjørnan hevur ábyrgdina av, at alt fer rætt fram í høllini. Málið skuldi ongantíð verið komið út í fjølmiðlarnar

Men, hvat ger leiðslan í Stjørnuni, hon tegir málið burtur. Onkur hevur sovið í tímanum, og eitt sjálvmál av fyrstu skuffu. Neistakvinnur í øðini, tí hetta er hent áður í dysti, og sum tær nú ikki vilja finna seg í. Neistin sendir klagu til Hondbóltssambandið, og fjølmiðlar upp í leikin. Kanska kundi HSF handla øðrvísi, men stóru ábyrgdina hevur leiðslan í Stjørnuni.

Í míni verð er langt úti, at sakførarar verða drignir inn í føroyskan ítrótt við vón um, at feløg hava lært av hendingini í Klaksvík. Spælarar og leiðslur skulu bara halda seg til leikreglurnar og sunnan “fornuft”, so spælir alt væl av, tá ið blóðið er kólnað eftir dyst.

Barbara er somikið sterk sálarliga og leikliga, at hon gjørdi bara bart. Fór til Klaksvíkar seinna finaludystin og spældi sín besta dyst á vetrinum við trettan málum. Eingin niðurgerandi orð vóru sjálvandi  at hoyra ímóti henni í høllini henda dagin. Og hví skuldi tað tað? Eins og aðrir útlendingar í Føroyum, hevur Barbara, sum er fitt og fyrikomandi kvinna, uppiborið góða viðferð í Føroyum. Kvinnurbólkurin í Neistanum hevur annars í dag boðað frá, at Barbara spælir eisini næsta ár í Neistanum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *