Bara broyttur hugburður kann broyta føroyskan hondbólt, sigur Finnur Hansson

Stórt upplivilsi hjá U20 spælarum og venjaratoymi at vinna IHF

Stórt Upplivilsi hjá U20 landsliðnum at vinna IHF Trophy kappingina í Andorra. Men hvat so? (Mynd HSF)

Føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti hevur havt frálíka ferð í IHF Trophy kappingini í Andorra, har føroyska landsliðið vann kappingina. Hetta er alt frálíkt og stuttligt fyri spælarar og venjaratoymi og góð “reklama” fyri føroyskan hondbólt. Men eg siti hvørja ferð, ungu landsliðini hava spælt uttanlands, eftir við tonkunum, hví føroyskur manshondbóltur ikki gerst betri, tá ið ungu landsliðini klára seg so væl. Hetta havi eg prátað við Finn Hansson um.

IHF Trophy kappingin í Andorra er kapping fyri lond, sum eru langt niðri á styrkilistanum og kann metast sum ein C-bólkur fyri landslið. Føroyar vinna 43-12 á Aserbadjan og 40-13 á Írland, sigur nógv um støðið á mótstøðuliðunum. Finaludysturin ímóti Georgia var ein dystir, vit veruliga kunnu tosa um.

Finnur Hansson fylgir væl við altjóða hondbólti.

Finnur Hansson fylgir væl við altjóða hondbólti.

Í Føroyum eru nógvir evnaríkir og góðir dreingja-og mansspælarar, men hesir steðga mangan upp um tjúgu ára aldur. Feløgini hava ikki eina venjing og hugburð, so ungu menninir koma víðari, og spælarar, sum fara uttanlands í lestrarørindum koma ikki víðari og gerast ikki betri, tí teir bara spæla vinahondbólt við ÍF-Føroyum. Eg havi spurt Finn Hansson, sum kennir nógv til íslendskan hondbólt, hvørjar tankar hann ger sær eftir IHF Trophy kappingina í Andorra, og hví okkara spælarar ikki gerast betri eins og í hinum norðanlondunum. Og Finnur sigur:

– Alt snýr seg um hugburð hjá HSF, feløgunum og einstaka spælaranum. Venjingin og tann skipan, sum feløgini í Føroyum bjóða spælarum, røkkur bara til ávísa menning av spælarum. Skulu føroyskir spælarar gerast betri og koma víðari á hondbóltsleiðini, mugu teir fáa meira tíð at venja, fáa betri umstøður, og hugburðurin má broytast.

– Tá sagt verður, at føroyingar, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum, ikki hava tíð at spæla hondbólt á høgum støði, er hetta ikki rætt. Tað ber til at fáa sær útbúgving og eisini spæla hondbólt á høgum støði. Hetta gera íslendingar, men útbúgvingin tekur nøkur ár longri, men teir útbúgva seg, meðan teir spæla hondbólt. Hetta er teirra hugburður, men henda hugburðin hava flestu flestu føroysku spælarar ikki.

Áki Egilsnes er ein av okkara heilt góðu ungu spælarunum. (Mynd Álvur)

Áki Egilsnes er ein av okkara heilt góðu ungu spælarum. (Mynd Álvur)

– Eg haldi, at hvørki spælarar ella foreldur trúgva uppá, at tað ber til hjá føroyskum spælarum at gera seg galdandi uttanlands, tí vit skulu minnast til, at tildømis føroyskir dreingir í aldrinum sekstan til tjúgu ár standa seg heilt væl ímóti dreingjum í hinum norðanlondunum, men so steðgar upp hjá føroyingum. Teir velja hondbóltin frá og dáma betur at hugna sær í ÍF-Føroyum.

– Eg vil siga tað soleiðis, at verður hugburðurin ikki broyttur til hondbóltsspælið í Føroyum, so gerast mansliðini ikki betri í bestu deildini. Vit kunnu spæla landsdystir í IHF Trophy kappingini, men vit koma bara ikki víðari.

– Havi lagt til merkis, at føroyskir spælarar hava ikki tol at bíða, tí situr spælari ov leingi á beinkinum, fær hann gron. Hann gevst ella skiftir felag. Hesin hugburður má eisini broytast. Nú skulu vit eisini hugsa um, at altjóða hondbóltur eru nógv broyttur seinnu árini, tað er føroyskur hondbóltur eisini, har spælt veður skjótari hondbóltsspæl. Men føroyskur hondbóltur haltar nógv aftaná broytta hondbóltsspælið uttanlands. Vit megna ikki at fylgja við, sigur Finnur at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *