Havnar róðrarfelag hevur mist einkarrættin til ólavsøkuna

Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)

Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)

Alla mína tíð hevur Havnar róðrarfelag skipað fyri kappróðrinum á ólavsøku. Men nú hevur felagið mist einkarrættin, og skulu Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur í felag skipa fyri ólavsøkukappóðrinum og býta inntøkurnar. Í nógv ár er tosað um eyma málið, tí tey í Róðrarfelagnum Knørri og Argja róðrarfelag vildu hava part í ólavsøkuinntøkunum. Ynski er frá býráðspolitikarum í kommununi, at øll trý feløgini skipa fyri ólavsøkuróðrinum.

Nógv eru minni, tá ið róð varð inn í Vágsbotn.

Nógv eru minnini, tá ið róð varð inn í Vágsbotn.

Feløgini hava í seinastuni fundast, og nú er nevnd sett at taka sær av ólavsøkutiltakinum, sum kemur at umfata meira enn bara FM-róðrarnar. Haldi, at eg kann siga, at flestu fólkini í Havnar róðrarfelag góðtaka, at einkarætturin er søga. Stórt arbeiði er at fyrireika og skipa fyri ólavsøkuróðrinum, og eini trýss fólk eru til arbeiðis henda dagin. Ólavsøkuróðurin hevur drúgva søgu.

Tað var í 1887, at róð varð fyrstu ferð kapp á ólavsøku. Tá var róð inn í eysturu vág, tí Havnin var brimpláss, og eingin moli darvaði róðrinum. Í 1920-árunum varð av álvara farið at leingja Molan, og tí varð róð av Gulanum undir Argjalandi og inn í Vágsbotn. Eftir 1970 varð Molin vorðin so langur, at ikki varð gjørligt at rógva inn í Vágsbotn, og varð tí á ólavsøku róð frá Argjahøvda og fram við Molanum. Ólavsøkumálið er 901,25 metrar. (Vagnur)Málið-c

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *