Frálíkt at tey varðveita gamlar grindabátar og kappróðrarbátar

Ormurin langi vann stuttleikaróðurin við seglum.

Ormurin langi vann stuttleikaróðurin við seglum.

Í sambandi við bátafagnaðin í Sunnba og Lopra seinasta vikuskifti kannaði eg eitt sindur um fólkatalið í kommununi, sum eru tær fýra bygdirnar Sunnba, Lopra, Akrar og Víkabyrgi. Havi tosað við skrivaran í kommununi, og hon segði mær, at tað búgva umleið 350 fólk í kommununi. Eini 100 fólk í Lopra, 220 í Sunnba, 30 á Økrum og eingin býr í Víkabyrgi. Fyri umleið 25 árunum síðani búði um 540 fólk í kommununi, og tað má siga at vera stór minking í %-um. Men aftur til bátafagnaðin seinasta vikuskifti.

Í Vági hava tey umvælt og varðveit fleiri gamlar grindabátar, og tey hava eisini stovnað grindabátafelag. Elsti báturin er Gjógvarábáturin, sum varð smíðaður í 1873. Bátarnir verða framvegis nýttir, um grind verður funnið, men bátarnir verða eisini nýttir til stuttleika. Flestu bátarnar eiga fleiri eigarar. Vøkur sjón, tá ið fýra bátar við seglum komu inn eftir Lopransfjørði seinasta leygardag. Tað eru einir tríggir fjórðingar úr Vági til Lopra.

Vøkur sjón á Lopransfjørði. Nærmast Ormurin langi og gamli Vágbingur. Hini bátarnir eru Sigmundur Brestisson og Dýrið.

Vøkur sjón á Lopransfjørði. Nærmast Ormurin langi og gamli Vágbingur. Hini bátarnir eru Sigmundur Brestisson og Dýrið.

Kapping var eisini skipað fyri bátar við seglum, og sum vit síggja á vøkru myndina omanfyri, vann Ormurin langi kappingina. Òmetaliga vakur bátur. Báturin við bláu stokkunum er gamli Vágbingur. Georg eystan Á sigur mær, at Sunnbiar kommuna fer at byggja høli í Lopra, har møguleiki er at venja innandura við millum annað rógvimaskinum, og har fólk kunnu gera sær ein drekkamunn og hugna sær. Eisini skulu kappróðrarbátarnir hava innivist í nýggja bygninginum.

Kappróður stingur ómetaliga djúpt í Sunnba og har á leiðini, og hetta kom eisini til sjóndar, tá ið tey fyriskipaðu bátafagnaðin. Tað stóð ikki á at mannað bátarnar við eldri rógvarum. At enda segði Georg mær, at tá ið hann gekk í skúla í Sunnba, gingu umleið sjeyti børn í skúlanum, og nú eru skúlabørnini um tjúgu í tali. So Sunnba líður somu lagnu sum aðrir útjaðarar í Føroyum. Fólkatalið minkar. Frálíkt, at tey har suðurin varðveita gamlar grindabátar og gamlar kappróðrarbátar. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *