Í góðveðrinum mánamorgunin lá línuskipið Vágasteinur við bryggju við “Ískaiina” í Havn og tók ís, tí klokkan eitt skuldi skipið undir Føroyar at royna. Váðasteinur er í mínum hugaheimi ein býarmynd á Havn, tí síðani 1977, tá ið skipið varð bygt á Tórhavnar skipasmiðju, hevur tú sæð Váðastein komin og farin inn um Molan ella hevur ligið við bryggju. Eg havi altíð fylgt Váðasteini.
Eg minnist væl, tá ið skiparin Jón Viðstein fór umborð á Váðastein í 1987, fyrst sum stýrimaður og tvey ár seinni 1989 sum skipari. Eg havi spurt 48 ára gamla skiparan, hvussu honum dámar umborð, hvussu gekst á Flemish Cap, og hvussu úrtøkan er, nú vit hoyra so nógv um vánaligu útlitini hjá línuflotanum? Og Jón sigur:

Váðasteinur er bygdur á Tórshavnar skipasmiðju 1977. Sólin skein bæði oman og niðan mánamorgunin. (Mynd Vagnur)
– Fyrst er at siga, at Váðasteinur hevur ikki Íslandsloyvi, men vit vóru fimm túrar á Flemish Cap seinasta ár, har fiskiskapurin var ómetaliga góður. Tað tekur okkum eina viku at sigla úr Føroyum á Flemish Cap, síðan kunnu vit fiska góða viku, so má siglast aftur til Føroya, tí fiskurin verður ikki frystur umborð, men ísaður í kassar. Ì ár hendi tað, at vit bara fingu tveir túrar, tí so nógvir trolarar komu á leiðina, og kvotan tí skjótt varð uppfiskað. Hetta gjørdi, at vit náddu bara tveir túrar.
– Tú spyrt um fiskidagar og veiðu? Hetta er torført at svara uppá, tí tað er soleiðis, at vit fiska nógv á djúpum vatni langt úr landi, og tí fáa vit tríggjar dagar har úti í mun til ein dag á innaru leiðum. Tríggjar dagar fyri ein dag, sum vit plaga at siga. Fiskiskapurin er hampuligur, men stóri trupulleikin í løtuni er prísurin, sum er alt ov lágur, og tí gerst úrtøkan hjá manningini og skipi ikki nóg góð. Onkran túrin fær manningin minstu løn, men tað er sjáldan.
– Tað eru vanliga fjúrtan mans við skipinum. Skipari, stýrimaður, maskinmeistari, kokkur og menninir á dekkinum. Viðhørt eru vit tólv mans og onkran túr trettan mans, og manningin umborð er støðug. Mær dámar væl hetta lívið, tí eitt er lønin, annað er spenningur at fiska. Hetta er í lagi, sigur Jón at enda.
Tað var Johan Simonsen, Johan í Hoyvík, sum lat Váðastein byggja í 1977 á Tórshavnar skipasmiðju. Skipið er merkt 401 tons í skipalistanum, og í 2003 fekk skipið nýggjan motor. Reiðari er Birgir Simonsen, sum er sonur Johan Simonsen, sála. Eg havi sæð Váðastein á sølulistanum, men enn hava eigararnir ikki selt bátin. (Vagnur)
–


