Manningin umborð á 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði er ógvuliga sjáldsom. Tey hava mannað bátin av nýggjum við gentum, tí genturnar, sum vunnu FM-hetið í 2012 og 2013 eru farnar av bátinum. Eldri kvinnur róðu í fjør við 6-mannafarinum Rádna, men nú hava tey mannað Erlu Kongsdóttir við trimum eldri kvinnum frá Rádna, einum nýggjum rógvara og tvíburunum Jastrið og Kirstin, sum í 2012 og 2013 vunnu FM-heitið við bátinum. Eg havi hitt Betinu Toftegaard, sum er mamma tvíburarnar, rør sjálv við Erlu Kongsdóttir og er forkvinna í ÍF kappróðri.
– Mamma mín, sum er úr Fuglafirði, róði við Erlu Kongsdóttir og vann FM-heitið í 1964, tí havi eg kanska fingið kappróður inn við móðurmjólkini. Eg eri uppvaksin í Grønlandi og búði har í átjan ár, áðrenn eg flutti aftur Fuglafjarðar. Døturnar róðu við Erlu Kongsdóttir, og vit vóru nakrar eldri kvinnur, sum róðu við 6-mannafarinum Rádna.

Erla Kongsdóttir til snarróður. Á toftbekki sita Sunrid Tráða og Una Cornet, í rúminum Betina Toftegaard og Marta Ákudóttir og á lærbekki Jastrið og Kirstin Toftegaard. Róðurskvinnan eitur Sunnleyg Eliasen. (Mynd Vagnur)
– Ikki er lætt at fáa mannað bátarnar, og tá ið gentur fóru av Erlu Kongsdóttir, og vit høvdu trupulleikar at manna Rádna, gjørdu vit av at manna Erlu Kongsdóttir við kvinnnum. Tríggjar eldri kvinnur, ein nýggjur ungur rógvari og so tvíburarnir hjá mær. Vit róðu snarróður á Havnarvág, men vit vóru ov kaldar í regninum at fáa bátin upp í ta ferðina, sum vit fáa undir venjing. Men tað gekk væl kortini, og vit vóru væl nøgdar við snarróðurin.
– Nýggj gentumanning eru komin umborð á Silju, sum er hitt 5-mannafarið hjá ÍF kappróðri, og 8-mannafarið Gullbrandur er mannaður. Harnæst er Erla Kongsdóttir mannað við kvinnum eldri, sum rógva tríggar FM-róðrar seinast í róðrarárinum. Tað kann tykjast løgið, at mamman er í sama báti sum døturnar, og at ein omma situr á toftubekki. Vit hava tað stuttligt og venja hart, og so mugu fáa vit at síggja, hvussu gongur í fyrsta FM-róðrinum á norðoyastevnu, sigur Betina.
Eg veit, at ÍF kappróður hevur tikið stór tøk seinnu árini, og at róðrarvinurin Ingi á Tórgarði og familjan hava lagt nógvar tímar í felagið, men nú er Ingi og tey flutt til Havnar. Betina er vorðin forkvinna í ÍF-kappróðri, og hon sigur soleiðis um neystið og bátarnar.
– Vit hava gott neyst og góðar bátar, men nú fara vit at víðka um neystið við fjøruti fermetrum. Føroya Keypssamtøka skal byggja út, og vit fáa tí eitt neyst aftrat frá kommununi. Nú fáa vit hølið, eina sokallaða “kabinu”, har vit umvæla og sproyta bátarnar. Rúmið hevur ómetaliga stóran týdning og sparir felaginum fyri nógvan pening.
– Djúpar røtur eru fyri kappróðri í Fuglafjørður, men kapping er um tey ungu, tí tilboðini eru so nógv. Eitt er fótbólturin, men her er annar ítróttur og onnur tilboð til tey ungu, sigur Betina at enda.
Spennandi at fylgja við, hvussu ljósagrønu bátarnir fara at klára seg í summar. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning fyri føroyskan kappróður, at eisini Fuglafjørður er við. Eg merki tíðuliga á Betinu, at hon brennur fyri kappróðrinum, og stuttligt er, at mamma og døtur rógva í sama báti. Elsta kvinnan umborð er 51 ár og yngsta 17 ár. Omman situr á toftubekki stýriborð. Vit kunnu leggja aftrat, at róðurskvinnan Sunnleyg Eliasen stýrdi Erlu Kongsdóttir, tá ið genturnar vunnu FM-heitið í 2012 og 2013, og sum eg skilja á lagnum, er manningin fegin, at hava Sunnleyg sum róðurskvinnu.

Upprunaliga skuldi eg spyrja tvíburarnar, hvussu Erla Kongsdóttir við gentum varð í mannað í summar, men søgan gjørdist ein onnur. (Mynd Vagnur)
Uppískoyti: Tað er so løgið við søgum, tí tá ið eg sá tvíburarnar umborð á Erlu Kongsdóttir, var ætlan mín bara at spyrja genturnar, um sama gentumanning helt fram í summar. Erla Kongsdóttir var so mikið stinn í fjør,at kapping var bara um annað plássið. Eg tók eina mynd av tveimum vátum gentum í dráttinum í Álakeri, men tá fekk eg at vita, at góða gentumanningin frá í fjør var farin av bátinum, og eg fekk eisini at vita, at mamman og døturnar róðu nú í sama báti. Ja, so bleiv søgan ein heilt onnur enn upprunaliga ætlað.
Sum eg skilji á lagnum, er ein genta, sum róðu við Erlu Kongsdóttir í fjør, farin umborð á Jarnbard. Harnæst flutti ein genta til Havnar, ein genta flutti til Spania, og ein genta spælir sjónleik og skal vera uttanlands ein mánað í summar. Tí varð ikki møguleika at varðveita góðu manninga umborð á Erlu Kongsdóttir. Tað kunnu hinar gentumanningarnar kanska fegnast um, tí Erla Kongsdóttir var í serflokki í fjør. (Vagnur)

