Bátsformaðurin á Kvívíkingi var nøgdur við snarróðurin

Brandur Isaksen bátsformaður. (Mynd Vagnur)

Brandur Isaksen bátsformaður á Kvívíkingi. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at síggja ljósabláa 8-mannafarið úr Kvívík rógva snarróður á Havnarvág. Kvívíkingur hevur drúgva róðrarsøgu. Báturin er í summar mannaður við rógvarum úr Kvívík og Vestmanna.

Neystið hjá Kvívíkar Róðrarfelag stendur á Válinum, men neystið er ikki heilt tíðarhóskandi. Eg havi hitt bátsformannin Brand Isaksen, og hann sigur: – Vit fingu ikki nóg góðan start í snarróðrinum, men annars eru vit nøgdir við avrikið, og vit eru bjartskygdir um róðrarárið..

– Tú spyrt um neystið á Válinum? – Har stendur Kvívíkingur, loftið er innrættað, og har standa rógvimaskinurnar. Neystið er frálíkt, men góðar brúsuumstøður vanta. Í summar hava vit bara tvær manningar í felagnum, 8-mannafarið og Junkaran barnamanning dreingir.

Áhugavert var at síggja tey fimm 8-mannaførini leygardagin. Eg havi spurt Brand, um hann veit um onnur 8-mannafør enn tey leygardagin. – Vit kunnu heilt vist roknað við Knørri, Argjabátinum, Kvívíkingi, Gullbrandi og Miðvingi. Tey royna eisini at manna Heiðabátin, so tað sær gott út í summar.

Kvívíkingur til snarróður: Róðursmaðurin eitur Rókur Johannsen. Á lærbekki Brynjálvur Petersen og Sigurd Nielsen, rúmbekkur Tummas í Niðristovu og Vilhelm Jacobsen, bógbekkur Fríðálvur Müller og Brandur Isaksen og á toftubekki Magnus Madsen og Torstein Brattaberg. (Mynd Vagnur)

Kvívíkingur til snarróður: Róðursmaðurin eitur Rókur Johannessen. Á lærbekki Brynjálvur Petersen og Sigurd Nielsen, rúmbekkur Tummas í Niðristovu og Vilhelm Jacobsen, bógbekkur Fríðálvur Müller og Brandur Isaksen og á toftubekki Magnus Madsen og Torstein Brattaberg. (Mynd Vagnur)

– Tað var soleiðis, at menn ætlaðu at manna Vestmenning, men hetta bar ikki til, tí ov fáir rógvarar vóru til at taka. Vit ætlaðu eisini at manna Kvívíking og vantaðu einar tveir rógvarar, men tá ið Vestmenningur ikki bleiv mannaður, fingu vit tveir rógvarar, sum skuldi rógva við Vestmenningi. Soleiðis fingu vit mannað Kvívíking. Tú spyrt, um vit fingu eina ábending í snarróðrinum leygardagin. Jú, tað fingu vit, og burtursæð frá startinum, vóru vit nøgdir av avrikið. Snarróðurin er frálíkt róðrartiltak, sigur Brandur at enda.

Neystið hjá felagnum á Válinum. (Mynd Vagnur)

Neystið hjá felagnum á Válinum. (Mynd Vagnur)

Eg haldi, at vit skulu vera heilt væl nøgd, um 8-mannaførini í summar ikki gerast færri enn fimm bátar, tí í fjør vóru Miðvingur, Argjabáturin og Gullbrandur við fyrstu tveir FM-róðrarnar. Síðani bara Miðvingur og Argjabáturin fýra næstu FM-róðrarnar, og Heiðabáturin kom aftrat á ólavsøku. Vit kunnu gleða okkum til spennandi 8-mannafarsróðrar í summar. (Vagnur)

Kvívíkingur og Junkarin hava mangan staðið seg væl. Frálíkt at síggja Kvívíking aftur í flotanum. (Mynd Vagnur)

Kvívíkingur og Junkarin hava mangan staðið seg væl. Frálíkt at síggja Kvívíking aftur í flotanum. (Mynd Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *