Í grannalagnum arbeiða tveir kollfirðingar, sum báðir hava spælt á besta liðnum hjá KÍF. Friðrik Torbjørnsson og Jóan Pauli Olsen eita handverkararnir. Av tilvild gjørdist Jóan Pauli hjálparvenjari hjá KÍF til FM-finaludystirnar, tí Jóan Pauli býr í Danmark og var bara heima í arbeiðsørindum. Eg prátaði við teir báðar fyri FM-dystirnar, og sum teir vóru spentir, um KÍF megnaði at endurvinna FM-heitið. Eftir FM-finalusigrarnar mátti eg fara um ánna at ynskja Fríðrikki og Jóan Paula til lukku við FM-heitinum. – Heiðursmerkið hjá mær endaði upp á Skælingi, segði Jóan Pauli.
Hetta mátti eg fáa at vita meira um, og nú havi eg prátað eitt sindur nærri við Jóan Paula og hann sigur soleiðis. – Ég var júst komin úr Danmark, tá ið óróið kom í KÍF hópin, og tá ið eg sat í høllini eitt kvøldið og hugdi at venjingini, var eg biðin um at hjálpa venjaranum Eddy Joensen, tí hann stóð einsamallur við uppgávuni. Sjálvandi segði eg ja beinanvegin, og hetta var spennandi og stuttlig uppgáva at vera við til, og sjálvandi, tá ið endin gjørdist so góður.
– Tveir dagar eftir seinna finaludystin var eg uppi á Skælingi og hevði heiðursmerkið við mær. Vakurt at síggja Kollafjørð henda dagin, og hondbóltsminnini eru sjálvandi nógv. Á heiðursmerkinum stendur HSF 1980, og tað var júst árið, tá ið skipað varð fyri C-HM kapping í Føroyum. Eg var tá ellivu ára gamal og lurtaði eftir dystunum í útvarpinum. Tá hugsaði eg, at stuttligt hevði verið einaferð at vunnu FM-heitið við KÍF.
– Eg kom á besta liðið hjá KÍF sum seytjan ára gamal og spældi til 1994, tá ið eg fór av landinum. Kom aftur eitt skifti og spældi í 1997 og var spælandi venjari í 2004, sigur Jóan Pauli í stuttari viðmerking. Jóan Pauli spældi eisini á landsliðnum. Eingin ivi er um, at Jóan Pauli hevur givið KÍF hópinum jaligt íkast, tí tú merkir á manninum, at hann gongur 100% upp í hondbóltin og hevur júst lyndið, sum skal til. Tað stóð nógv á hjálparvenjaranum dagarnar fyri FM-finalurnar, og ovurfegnir vóru báðir handverkararnir í grannalagnum, tá ið eg fekk orð á teir eftir vunnið FM-heitið. (Mynd Vagnur)

