Havnarbáturin hevði nógv minnilig gullár í 1970-árunum

bnbnbnnb

Havnarbáturin 2014: Róðursmaðurin Heðin Mortensen, á lærinum bakborð Karl Olivar Bærentsen og stýriborð Klæmint Ludvig, síðani Jóhannis Hellisdal og Øssur Simonsen, Hans David Hansen og Børge B. Hansen, Lutherus Hansen og Høgni Egholm, Hans Petur Joensen og Hannis Joensen. (Mynd Vagnur)

Fyri fimtan árum síðani fór Havnar Róðrarfelag eins og onnur kappróðrarfeløg at skifta út kappróðrarbátarnar, sum Niclas í Koltri smíðaði. Bátarnir vóru ov tungir í mun til bátarnar, sum bátasmiðurin Sámal Hansen smíðar. Fólk í felagnum høvdu innilig ynski, at 5-mannafar, 6-mannafar, 8-mannafar og 10-mannafar, sum Niclas smíðaði, skuldu varðveitast. Í gamla neystinum í Álakeri stendur Havnarbáturin frá 1971, sum er í góðum standi, og sum “eldru” rógvararnir eru góðir við.

Niklas í Koltri bátasmiður

Niklas í Koltri bátasmiður

Søgan um Havnarbátin, ið Niclas smíðaði í 1971, er heilt serlig, tí fyrrverandi formaður felagsins, Martin Kúrberg, sat vakt yvir Niclasi, tá hesin smíðaði bátin. Martin vildi hava, at fláborðið skuldi leggjast meira út, men hesum vildi Niclas treyðugt fylgja. Endin var tó, at Martin fekk hesi ynski eftirlíkað, og so væl hilnaðist, at eftir hetta vóru allir bátar, ið Niclas smíðaði, gjørdir eftir sama leisti sum Havnarbáturin.

Nú sløk 43 ár seinni verður báturin “bert” nýttur av okkara trúgvu og tilkomnu veteranum, ið eisini røkja hann sum teirra egna. Kann í hesum sambandi nevna, at báturin hevur verið við í róðrarstevnu í Slesvig einferð og Ishøj fleiri ferðir. Seinast báturin var við á einari FM-stevnu, var á ólavsøku 1999. Í 2006 gjørdu teir “eldru” bátin í stand, teir pussaðu, spartlaðu og málaðu bátin, og er báturin sera vakur á at líta.

Havnarbáturin róði fyrstu ferð á jóansøku í 1971. Samanhald hevur fylgt teimum, ið róðu við bátinum gullárini í 1970-árunum. Havnarbáturin vann FM-heitið 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978 og 1979. Báturin vann eisini róðrar seinni, men seinastu ferð hesin Havnarbátur vann FM-heitið var í 1996. Nevnast kann eisini, at Havnarbáturin vann allar ólavsøkuróðrarnar frá 1971 til og við 1978. Rógvarar frá gullárunum halda framvegis saman og ansa væl eftir Havnarbátinum frá 1971. Teir rógva ikki so nógv longur, men teir sláa altíð tunnu einaferð um árini.

Teir draga Havnarbátin úr gamla neystinum. (Mynd Vagnur)

Teir draga Havnarbátin úr gamla neystinum. (Mynd Vagnur)

Krinvarpið ger sending um Havnarbátin 

Í seinastu viku hittust ellivu eldri rógvarar í gamla neystinum í Álakeri. Nógvir ymsir rógvarar róðu við Havnarbátinum gullárini í 70-árunum. Bara Karl Olivar Bærentsen, sum sat á lærinum, róði øll gullárini. Teir ellivu rógvararnir við Heðini Mortensen sum róðursmanni, sum stýrdi tað eina árið, drógu Havnarbátinum úr neystinum, meðan kringsvarpsmaðurin tók livandi myndir. Síðani varð báturin flotaður, og skjótt sást, at menninir ikki høvdu gloymt áralagið. Teir róðu ómetaliga væl.

Havnarbáturin á ólavsøku 1977.

Havnarbáturin á ólavsøku 1977.

Maskinbátur fylgdi Havnarbátinum eina løtu, har kringvarpsmaðurin tók enn fleiri myndir. Eg var hesa løtuna í Álakeri við myndatólinum, og tað var áhugavert at síggja, hvussu góðir rógvararnir eru við Havnarbátin frá 1971. Nógvir vóru sigrarnir í 70-árunum, steypini nógv og ikki minst øll minnini frá gullárunum. Frálíkt, at vit varðveita nakrar av gomlu kappróðrarbátunum. Sum eg skilji á lagnum, er tað serliga Hannis Joensen, sum slóðar fyri, at Havnarbáturin er varðveittur, er umvældur og er í góðum standa. (Vagnur)

Havnarbáturin frá 1971 væl í gamla neystinum.

Havnarbáturin frá 1971 stendur væl í gamla neystinum.

Manning á Havnarbátinum á einari av mongum uttanlandsferðum.

Manning á Havnarbátinum á einari av mongum uttanlandsferðum.

hjjhjhjhj

Karl Olivar Bærentsen er tann einasti av manningini, sum róði øll 70-árini við Havnarbátinum.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *