
Tórshavnar kommuna hevði sloppið lættast at bygt venjingarjhøll upp í høllina á Hálsi. Har er pláss. (Mynd Vagnur)
Nú nýggi byggingurin hjá Fótbóltssambandinum er um at taka skap, og tú sært veggin suðureftir við nógva glasinum, eri mín meining, at skeivt er kroysta eina nýggja ítróttahøll upp í Gundadalshøllina norðureftir. Heldur skuldi økið verður brúkt til parkeringspláss til nýggja húsið hjá FSF, Dansifrøi, Gundadalshøllina og barnagarðin. Síðani skuldi kommunan heldur bygt venjingarhøll upp í høllina á Hálsi norðeftir. Har er pláss, og byggilendið er klárt at byggja á.
Fleyr, Kyndil og Neistin, sum eiga Gundadalshøllina, vanta venjingartímar. Tí hevur Tórshavnar kommuna ætlan at byggja nýggja høll aftrat Gundadalshøllini. Settar eru nítjan milliónir krónur av til ætlanina, men nítjan milliónir krónur eru ikki nóg mikið at fáa tað í høllina, sum fólk ynskja. Vit kunnu altíð broyta meining, og nú eg síggi nýggja bygningin hjá Fótbóltssambandinum og hyggi eitt sindur inn í framtíðina, so er skeivt at kroysta eina høll upp í Gundadalshøllina. Á økinum er vorðið alt ov trongt, og tað koma at vanta parkeringspláss í stóran mát.
Besta loysnin er at byggja venjingarhøll aftrat høllini á Hálsi norðeftir, tí tá fáa vit upp í posa og sekk. Høllin á Hálsi er umvæld, og nú er fýra góð nýggj skiftingarrúm, sum kunnu brúkast til báðar hallirnar. Vit fáa eisini fleiri áskoðarapláss norðeftir, og vit fáa stórt upphitingarrúm, tá ið stór ítróttatiltøk eru í høllini. Sjálvandi missir høllin á Hálsi nøkur parkeingspláss, men tey fært tú aftur niðri við Gundadalshøllina. Eisini eru møguleikar at gera nýggj parkeringspláss eystan fyri høllina.
Eg var upp á økinum og máldi økið umleið, og í mínum hugaheimi er eingin trupulleiki at byggja 50 metrar langan bygning aftrat høllini á Hálsi. Ein hondbóltsvøllur er 40 metrar langur, og í Gundadalshøllini eru bara tveir metrar aftanfyri hvørt málið, tað vil siga, at høllin er 44 metrar lang. Tí er gott pláss at byggja venjingarhøll upp í høllina á Hálsi. Síðani kann Gundadalshøllin halda fram sum vanligt, og tey trý feløgini framhaldandi hava síni felagshøli í høllini. Eingin ivi er um, at hetta er allar besta loysning fyri kommunu og feløg.
Ein flytiveggur kann gerast millum báðar hallirnar í Hálsi, og tá ið framsýningar og onnur stór tiltøk eru í høllini, kann høllin gerast til eitt stórt rúm. Økið norðan fyri høllina stendur mest sum og bíðar eftir nýggju venjingarhøllini, tí økið er byggiklárt. (Vagnur)
