Nú kalla vit ein spaka fyri ein spaka. Tá ið tað snýr seg um sálarligar- og rúsevnistrupulleikar, skal ikki tosast alment um teir, men heldur skal tosast um teir í krókunum. Tí betur er opinleikin vorðin nógv størri á báðum økjunum seinnu árini. Eg havi vitað leingi um trupulleikar í KÍF-hópinum, og nú havi eg kannað málið í Kollafirði, eftir at eg týskvøldið las tíðindini á www.in.fo “Rok í KÍF hópinum”`, har tvey nøvn vóru nevnd.
Úr Kollafirði verður sagt, at tveir spælarar ganga ov nógv í býnum, tí er í løtuni rumbul í KÍF hópinum. So einfalt er tað.
KÍF er í truplari støðu, tí samstundis, sum liðið er um at spæla seg í FM-finalurnar, er órógv í spælarahópinum. Eg kenni bæði leiðslu og fleiri spælarar í Kollafirði. Eisini veit eg, at orsøkin til alt rumblið í løtuni er, at leiðslan í KÍF, spælarar og venjarar vilja ikki finna seg í, at nakrir spælarar ganga í býnum, samstundis sum liðið roynir at spæla seg í FM-finalurnar.
Óvist er, um Rasmus Junker og Niklas Selvig spæla ímóti Neistanum tann 9. mars. Rasmus Junker og Nicklas Selvig eru ikki uppsagdir, men vilja teir ikki ganga somu kós sum venjararnir seta, hava teir spælt seinasta dystin í KÍF, verður sagt úr Kollafirði.
Serliga Nicklas Selvig er ómetaliga góður hondbóltbóltsspælari, og so er hann eisini vinstrahentur spælari. Fyrstu tvey árini í KÍF var hann drívmegin í høgru síðu á liðnum, og hann skeyt nógv mál. Í hesum kappingarárinum er hann fánaður nakað, men tað er alt KÌF liðið eisini. Ikki sami stríðsandi á liðnum frá kappingarbyrjan, sum seinasta kappingarár. Hóast venjaraskifti og óróð í spælarahópinum, so skal KÍF bara hava eitt stig av fýra møguligum til tess at náa FM-finaludystirnar ímóti VÍF.
Nicklas Selvig og Rasmus Junker mugu skilja, at sjálvandi skulu teir halda seg frá rúsdrekka hesar vikurnar, sum eftir eru av kappingini. Og tað mátti eisini verið serliga keðiligt fyri ein spælara sum Nicklas Selvig, at alt kanska endar soleiðis í Kollafirði, tí Niklas hevur havt góð ár í Kollafirði og hevur spælt ómetaliga nógvar góðar dystir fyri KÍF.
Vónandi gerast Niklas og Rasmus framhaldandi partur av KÍF hópinum, tí alt annað er keðiligt fyri teir báðar og KÍF. Mín meining er, at tað er bara Nicklas Selvig og Rasmus Junker sjálvir, sum kunnu gera nakað við trupulleikan. Fáið nú skil á hesum og endi kappingárið í sátt og semju. (Vagnur)
