Kári Horn skal venja neistakvinnur næsta kappingarár

Kári er væl lýddur sum venjari. (Mynd Vagnur)

 

Neistakvinnur fingu í gjárkvøldið boð frá kvinnubólkinum, at Kári Horn skal venja neistakvinnur næsta kappingarár. Birgir Hansen gavst í vetur, og Kári Durhuus kom í hansara stað at arbeiða samani við Sigrun Mikkelsen.

Men longu fyri FM-finaludystirnar var greitt, at hvørki Sigrun ella Kári hildu fram sum venjarar. Kári Horn hevur í vetur vant VB kvinnur, hann arbeiðir á stovni í Havn, og nýggja avbjóðingin hjá Kára var at fara til Vágs nakrar ferðir um vikuna til venjingar. Hann kom so aftur til Havnar við Smyrli morgunin eftir. Hetta kundi bara lata seg gera í tøttum samstarvi við arbeiðsplássið.

Kári brennur fyri hondbóltinum, og eingin ivi um, at hann leggur alla sálina í venjingina hjá kvinnunum. Nú bíða vit bara eftir, hvør gerst hjálparvenjari, og hvør manningin er, sum Kári kemur at venja.

Tú kanst ikki siga annað, enn VB kvinnur hava staðið seg væl í vetur. Tær náddu finaluplássið í steypakappingini, men máttu lúta fyri Stjørnuni. VB gjørdist nummar trý í landskappingini, og eina tíð hevði VB møguleikan at yvirhála Stjøruna og harvið tryggja sær FM-finaluplássið. VB tók stigið at velja ungan venjara úr Havn at venja VB-kvinnur. “Vit vildu geva ungum venjara kjansin at venja VB-kvinnur”, varð sagt úr Vági. Kári er neistamaður, flutti sum fjúrtan ára gamalur til Danmarkar at búgva, og seytjan ár seinni kom familjan aftur til Føroya.

Áðrenn Kári fór til Vágs, vandi hann gentur 17 ár hjá Neistanum, sum vunnið FM-heitið næstseinasta kappingarár. Kári er væl lýddur sum venjari og hevur nú eisini royndir í bestu deildini. Øll familjan arbeiddu sum venjarar í Danmark og komin aftur til Føroya, herjaðu tey á aftur.

Ikki er enn greitt, hvør skal vera hjálparvenjari hjá Kára, og enn er ikki greitt, um allur neistahópurin heldur fram næsta kappingarár. Men tað er trygt hjá kvinnubólkinum, at høvuðsvenjarin er komin á pláss, áðrenn fólk fara í summarfrí. Eg fari í seinni grein at práta við Kára, hvussu var at ferðast longu leiðini til Vágs fleiri ferðir um vikuna at venja VB-kvinnur. Frálíkt, at Kári er komin aftur í Neistan við vón um, at FM-vinnararnir taka væl ímóti Kára, tí hansara partur liggur ikki eftir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *