
Neistin dreingir 14 ár FM-vinnarar í 1990. St.f.v: Tróndur Bogason, Mikkjal Thomassen, Rolf Mouritsen, Kristian Mortensen og Vagnur Michelsen, venjari. Húkandi f.v: Dánjal Hoydal, Siggert Patursson, Ragnar Mouritsen og Kári Horn
Í míni hondbóltstíð havi eg bæði vant neistamenn og neistakvinnur í bestu deildini, men allar best dámdi mær at venja ungdómslið. Eins og nógvir aðrir neistavenjarar, upplivdi eg at vinna fleiri meistaraheiti saman við ungum neistaspælarum. Nakrir avgerandi dystir sita fastari i minninum enn aðrir. Vit skrúva tíðina aftur til á vári 1991 til dyst millum dreingirnar hjá Neistanum og VÍF.
Finaluplássið var tikið frá neistadreingjunum á myndini í dreingjum 12 ár, og nú vóru teir so komnir í finaluna í dreingjum 14 ár ímóti VÍF. Vit mettu okkum at hava betri lið enn vestmenningar, men fyrri hálvleikur í finaludystinum gekk ikki væl. VÍF var á odda 12-7 við hálvleik, og vit høvdu misnýtt nógvar málmøguleikar, og verjan var ikki góð. Eg kann minnast, at vit settu nógv meira ferð á álopsspælið í seinna hálvleiki, og kropssterki Siggert Patursson, sum vanliga ikki spældi á linjuni, fekk serliga uppgávu at flyta seg nógv á linjuni. Hetta loysti upp fyri álopsspælinum við serliga góðum vongspæli. Og verjan gjørdist tøtt sum tunnan.
Vestmenningar lógu í fyrra hálvleiki heilt frammi í okkara bakspælarum Tróndi, Mikkjali og Kristiani, og tí máttu vit broyta “taktikk” í seinna hálvleiki. Og “taktikkurin” eydnaðist. Vit vunnu seinna hálvleik 8-0 og samanlagt 15-12. Alt eydnaðist í seinna hálvleiki, og vit vóru allir meira enn fegnir um finalusigurin, tí hetta var fyrstu ferð, at dreingirnir vunnu eitt meistaraheiti. Sama árið fór liðið, uttan Siggert, til Partille cup.
Tá ið eg hyggi aftur í tíðina, eru minnini ómetaliga góð sum spælari og felagslimur, tó eru kenslurnar sum venjari, at síggja spælarar mennast, heilt serligar. Sum venjari hevur tú heilt aðra ábyrgd enn sum spælari. Hetta síggja vit eisini í gerandisdegnum, har venjarin mangan stendur ógvuliga einsamallur. Gongur ikki eftir vild hjá liði, er snórurin hjá summum venjarum ógvuliga stuttur. Tað ber jú ikki til at senda alt liðið til hús, tí má venjarin mangan fara úr starvi. (Vagnur)