
KÌF vann uppibornan sigur á Kyndli, og Kyndil má sigast at hava mist FM-finalumøguleikan. (Mynd Álvur)
Eg ringdi í høllina á Hálsi eftir mansdystin millum Kyndil og KÍF og spurdi kollfirðing, hvør høvuðsorsøkin var, at KÍF vann uppibornan tryggan sigur á Kyndli. – Verjan var av tí allar besta frá byrjan og eisini stríðsandin. Eisini spældi KÍF ómetaliga væl í álopinum. Málverjin Jaspur hevði ein av allar bestu døgum við 50% bjarging í fyrra hálvleiki. Ì seinna hálvleiki royndi Kyndil at mansverja í millum bilum Hans Eli, Nicklas ella Andrias, og tá kom óróð í álopsspælið hjá KÍF. Men sigurin var ongantíð í vandi, sigur kollfirðingurin.
Vit kunnu skjótt vera samd um, at KÍF vann sær dystin í fyrra hálvleiki, tí KÍF fekk flúgvandi byrjan, har spælarar vóru ágrýtnir bæði í verju og álopið. Liðið var á odda 8-6 um miðjan fyrra hálvleik, men næstu tólv minuttirnar økti KÌF um leiðsluna til 17-7. Hálvstøðan 18-9 til KÍF. Í seinna hálvleiki var KÍF á odda 23-12 eftir fimm minuttir, og um miðjan hálvleik á odda 27-17. Eftir hetta fekk Kyndil sína bestu løtu í dystinum, serliga vegna tað, at liðið mansvardia tveir KÍF spælarar í millum bilum og eisini fekk fleiri skjótálop, sum góvu mál. Seinast í dystinum var bara trý mál á muni 31-28 til KÍF. KÍF vinnur sær tvey ómetaliga týdningarmikil stig seinnapartin.
Eftir mansdystin millum VÍF og StÍF ringdi eg til Claus Rasmussen, sum sá dystin í Vestmanna. Eg spurdi hann, hvør høvuðsorsøkin var, at StíF vann dystin: – Allar fyrst stóð StÍF málverjin Levi Nybo ein av sínum allar bestu dystum. Síðani sýntist, sum fleiri VÍF spælarar ikki vóru nóg nógv “tendraðir”. Teir sýntu ikki ábyrgd í spælinum, sum teir plaga, ja, kanska hildu teri seg hava vunnið dystin fyri fyrsta bríksl. Liðið spældi í lægri “gearið” enn vanligt, og hetta sást eisini á Filip, sum var ørkymlaður um spælið. StÍF fekk heilt nógv brotskøst í dystinum, og tað sýnist, sum dómararnir eru farnir at døma nógv fleiri brotskøst enn undanfarin ár. StíF var rætti vinnarin, sigur Claus í stuttari viðmerking.
Fyrri hálvleikur var ógvuliga javnur, har nógvar javnar støður vóru. 3-3, 4-4, 9-9 og 10-10, men StÍF fekk fótin fram um 13-11 við hálvleik. StIF setti seg á dystin fyrst í seinna hálvleiki og tók leiðsluna bæði 18-11 og løtu seinni 20-15, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Næsta korterið var StÍF á odda við fimm/seks málum, men so endaði VÍF hálvleikin best við at minka munin niður í tvey mál 30-28 til StÍF.
Hyggja vit í stigatalvuna, so er enn einki endaliga gjørt av, hvørki lið spæla FM-finalurnar. Eitt er tó vist, Kyndil kann ikki náa KÍF, og helst heldur ikki H71. Men StÍF er nú bara tvey stig frá VÍF, og KÍF styrkti sær verulig um støðuna at náa FM-finalunum. Alt hetta venda vit aftur til seinni. (Vagnur)
Kyndil – KÍF 28 -33 (9-18) Dómarar: Tommy Eriksen og Ismet Kvakic
Màlskjúttar Kyndils: Høgni Klein Olsen 11, Bárður Johannesen 5, Hørður F. SigÞórsson 5, Andrias Sósker 2, Finnur Hansson 2, Josef Abrahamsen 1, David Edvardsen 1 og Bjarni Sørensen 1
Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 11, Nicklas Selvig 9, Andrias Nielsen 6, Rógvi Weihe 3, Janus Jakobsen 1, Rasmus Junker 1, Rúni Joensen 1 og Jákup Trygvason 1
VÍF – StíF 28 – 30 (10-13) Dómarar: Heri Petersen og Gert Hansen
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 10, Áki Egilsnes 6, Sámal Joensen 4, Julian Olsen 3, Agnar Joensen 3, Andreis Eriksen 1 og Mads Eriksen 1
Málskjúttar StÌF: Kjartan Johansen 10, Marius Joensen 5, Sveinur Justinussen 4, Allan Norðberg 3, Jákup Berthelsen 3, Borgar Danielsen 3 og Pauli G. Hansen 2
Neistin – Team Klaksvík 39 – 22 (18-6) Dómarar: Tommy Eriksen og Ismet Kvakic
Málskjúttar Neistans: Sjúrður Thomassen 8, Teitur Magnusson 7, Rói B. Hansen 5, Andras Joensen 5, Jugoslav Djumic 4, Torstein Balle 3, Herbjørn Lava 2, Aleks Buha 2, Hjalti í Jákupsstovu 2 og John í Innistovu 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard 7, Dusko Petrusic 4, Beinur Heðinsson 2, Jens Pauli Mohr 2, Einar Dam 2, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Eli Gærdum 1 og Vilhelm Vilhelmsen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 21 | 615 | 537 | 78 | 29 |
| 2 | VÍF | 21 | 638 | 568 | 70 | 27 |
| 3 | StÍF | 21 | 571 | 553 | 18 | 25 |
| 4 | H71 | 20 | 529 | 503 | 26 | 21 |
| 5 | Kyndil | 20 | 525 | 522 | 3 | 20 |
| 6 | Neistin | 20 | 526 | 564 | -38 | 16 |
| 7 | Team Klaksvík | 21 | 535 | 692 | -157 | 6 |