Í morgun ringdi eg til kollfirðing, sum eg kenni og spurdi hann eitt sindur um dystin í gjárkvøldið milllum Team Klaksvík og KÍF. Eg finnist at, at tá ið Kyndil herfyri vinnur 35-19 á Team Klaksvík og StÍF vinnur 35-17, so er ikki í lagi, at KÍF letur Team Klaksvík skjóta tretivu mál í gjárkvøldið. KÍF var jú í trongum skóm seinast í dystinum, tí tá var eitt skifti bæði javnleikur 29-29 og 30-30. Kollfirðingurin sigur soleiðis um spennandi dystin við heimasíðuna:
– Verjan hjá KÍF var alt annað en góð í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist Team Klaksvík at spæla yvirgongdspæl, og hetta ørkymlaði KÍF verjuna.
– Í seinna hálvleiki bleiv verjan betur, men tá missa KÍF-spælarar alt ov nógvar bóltar og brenna eisini upplagdar møguleikar. KÍF var á odda við trimum málum fyrst í seinna hálvleiki og kundi drigið meira frá, men spælarar tóku ikki av hesa løtuna. Tí kom Team Klaksvík inn aftur í dystin, og vit fingu javnin og spennandi dyst restina av hálvleikinum, sigur kollfirðingurin.
Áhugavert at fylgja dystinum á alnótini, tí vit upplivdu støðurnar 25-25, 26-26,27-27, 28-28,29-29 og 30-30. Ja, Team Klaksvík var á odda 30-29 tríggjar minuttir fyri leiklok. Men KÍF vann seinastu tríggjar minuttirnar 3-0 og harvið dystirn 32-30. Ég spurdi kollfirðingin, hví verjan hjá KÍF ikki er eins góð og í fjør? Hann sigur nakað soleiðis:
– Tony Weihe var krummtappurin í verjuspælinum seinasta kappingarár, men Tony er í Danmark. Tony var stórur missur fyri liðið. Annars haldi eg, at ein av orsøkunum, at KÍF ikki hevur staðið so væl í seinna hálvu er, at KÌF fekk ov lætt spæl frá kappingarbyrjan. KÍF lá leingi nummar eitt á stigatalvuni, og eg haldi, at liðið dovnaði so spakuliga um ársskiftið, sigur kollfirðingurin at enda.
KÍF spælir sunnudagin ímóti Kyndli í Havn, og skal KÍF hava møguleika ímóti Kyndli, sum spælir fyri seinasta møguleika at náa FM-finalurnar, so má eitt úthvílt og vælupplagt KÍF lið møta upp í høllini á Hálsi. Er KÍF liðið ikki klárt frá byrjan, tapir KÍF dystin. So einfalt er tað. Eg kundi kanska spurt KÍF. Sendið boð eftir Tony Weihe úr Danmark, so hann kann fáa skil á verjuspælið? (Vagnur)
Team Klaksvík – KÍF 30 – 32 (16 – 17) Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Málskjúttar Team Klaksvík: Dusko Petrusic 9, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Vilhelm Vilhelmsen 6, Beinur Heðinsson 4, Otto Jacobsen 3, Beinir Johannesen 1 og Andrias Ellingsgaard 1
Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Nicklas Selvig 6, Rúni Joensen 6, Andrias Nielsen 5, Rógvi Weihe 3, Rasmus Junker 2, Teitur Joensen 2 og Pætur Johannesen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 20 | 582 | 509 | 73 | 27 |
| 2 | VÍF | 20 | 610 | 538 | 72 | 27 |
| 3 | StÍF | 20 | 541 | 525 | 16 | 23 |
| 4 | H71 | 20 | 529 | 503 | 26 | 21 |
| 5 | Kyndil | 19 | 497 | 489 | 8 | 20 |
| 6 | Neistin | 19 | 487 | 542 | -55 | 14 |
| 7 | Team Klaksvík | 20 | 513 | 653 | -140 | 6 |
