Elektron- grundspælið var longu avgjørd 12. februar

VÌF og Kyndil spæla í Vestmanna, og tá fellur óivað avgerðin, hvat lið vinnur grundspælið. (Mynd Àlvur)

VÌF og Kyndil spæla sunnudagin í Vestmanna, og tá fellur óivað avgerðin, hvat lið vinnur grundspælið. (Mynd Àlvur)

Fólk hava spurt meg, hví eg bara leggi hagtøl frá mansdystum á heimasíðuna men ikki hagtøl frá kvinnudystum. Stutta av tí langa er, at tú skalt tíma at fáa dómaraseðlar og skriva øll hagtølini á heimasíðuna. Tá ið so eingin spenningur er í kvinnudeildini í løtuni, er eingin orsøk at brúka tíð til hetta arbeiði. Heldur skriva onkra aðra grein. Spenningurin fór longu úr Elektronkappingini 12. februar, tá ið VÍF vann á Neistanum í Vestmanna. Eingin kapping er heldur um at flyta í lægri deild, og tí mugu VÍF og Kyndil “bíða” í tveir mánaðir at spæla FM-finalurnar. Tó so, tað er umráðandi hjá VÍF og Kyndli at vinna grundspælið, tí hetta kann geva eyka heimadyst í FM-finalunum.

Vit kunnu býta tey seks kvinnuliðini í tríggjar bólkar. VÍF – Kyndil, Neistin – VB og StÍF – Stjørnan. Kyndil var liðið, sum fyrireikaði seg best til landskappingina. Liðið legði hart út at vinna fleiri dystir, og tí leggja seg á odda í kappingini. Kyndilsliðið var bara styrkt í verjupartinum frá undanfarnu kapping, og hini liðini høvdu stórar trupulleikar at skjóta mál ímóti Kyndli. Málfátækir dystir. Millum annað spældu Kyndil og Neistin 15-15 og 18-18 í fyrstu innanhýsis dystum, og Kyndil vann 19-13 á VÍF í Havn.

Neistaliðið var viknað munandi í álopspartinum, meðan verjan og málverjin stóðu mát. Durita Christophersen, Durita Ljósstein og Agnas Olsen vóru komnar á VÌF liðið, men spælarar vóru ikki í nóg góðari venjing fyrst í kappingini, og tí tapti VÍF 13-19 fyri Kyndli í Havn. Nú er VÍF við Kára Mortensen og Svannu Hanusardóttir sum venjarum í tí støðu, at liðið spælir í løtuni um at vinna grundspælið. Henda avgerð fáa vit at vita sunnudagin, tá VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna. Vinnarin av grundspælinum kann fáa ein eyka heimadyst, um liðið í FM-finalunum vinna hvør sín dyst.

Eg hevði roknað við, at StÍF og Stjørnan fóru at fáa tað torført at náa oddin í vetur, tí bæði liðini hava mist spælarar. “Vónsvikin” er kanska ov sterkt orð at brúka um VB, men enn einaferð hevur VB ikki staðið mát, sjálvt um liðið hevur tveir betri útlendingar í núverandi kapping enn undanfarnu kapping. VB tapti jú fyrsta dystin í Klaksvík fyri Stjørnuni, men vann so á Neistanum í Vági og spældi javnleik ímóti Kyndli í Vági. Men tað sýnist, sum VB ikki megnar at halda “støðið heilt kappingarár, og tí kemur liðið ikki heilt fram í oddin.

Mest keðiliga í Elektrondeildina er, at grundspælið missir spenningin so tíðliga í kappingini, tí liðini eru ójøvn í styrki. Eisini er ógvuliga óheppið, at við onga niðurflytingarkapping hava í Elektrondeildini. Tí sjálvandi missir kappingin flogið, tá ið kappingin um at koma í FM-finalurnar longu er avgjørd tveir mánðar fyri FM-finalurnar. Og ikki er neyðugt hjá liðum at kýta seg til tess at sleppa undan niðurflyting. Áhugavert at staðfesta, at tað eru ikki so nógv ár síðani, at Kyndil og VÍF máttu flyta í lægri deild. Fá ár seinni spæla liðini um FM-heitið. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 15 411 334 77 24
2 Kyndil 15 351 275 76 23
3 Neistin 16 408 380 28 19
4 VB 14 369 358 11 14
5 StÍF 15 324 415 -91 7
6 Stjørnan 15 303 404 -101 3

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *