KÍF dragnaði meðan Kyndil, StÍF og H71 halda tørn

Fríði R. Djurhuus roynir seg við skoti í høllini Hálsi seinnapartin.

Fríði R. Djurhuus roynir seg við skoti í høllini Hálsi seinnapartin.

Nú mugu kollfirðingar halda mær til góðar, men eg hevði ongantíð droymt um, at KÍF fór at tapa so nógv stig, sum liðið hevur tapt í seinastuni. Hevði fyri langari tíð skrivað KÍF í FM-finalurnar, men nú er knappliga farið at standa á hjá KÍF. Allir komandi dystir eru finaludystir fyri liðini, sum ætla sær í FM-finalurnar. VÍF og KÍF eru framvegis best fyri, men serliga Kyndil og StÍF anda bæði toppliðini í nakkan.

Eg siti við trimum dómaraseðlum og havi skrivað hagtølini í greinina, sum eg síggju fólk hava stóran áhuga í. Fara vit fyrst til dystin í Havn millum Neistan og StÍF, so var fyrri hálvleikur ómetaliga javnur. Um miðjan fyrra hálvleik var StÍF á odda 5-4, men sjey minuttir seinni var javnleikur 7-7 og løtu seinni 9-9. Hálvleikstøðan 11-10 til Neistan. Ellivu minuttir spældir av seinna hálvleiki, og StÍF á odda 17-15, men so misti Neistin veruliga takið, tí næstu tíggju minuttirnar legði StÍF seg á odda 24-16. Tríggjar minuttir fyri leiklok var StíF á odda 27-17, og StÍF vann dystin 28-20.

Vit fingu javnan fyrra hálvleik í Hoyvíkshøllini millum H71 og KÍF. Ongantíð var meira enn tvey mál á muni allan fyrra hálvleik. Hálvleikstøðan 14-12 til KÍF. Og tað var eisini KÍF, sum byrjaði seinna hálvleik best, tí eftir sjey minuttir spæl, var KÍF á odda 18-14. KÍF steðgaði upp í nakrar minuttir, og tí minkaði H71 um munin fyrst niður í tvey og síðani eitt mál. Og tá ið seks minuttir eru eftir at spæla, er javnleikur 22-22. Fýra minuttir fyri leikllok er KÍF á odda 24-23, men H71 fær tvey mál seinastu minuttirnar og vinnur dystin 25-24.

Um dystin í Klakvík leygardag er stutt at siga, at Team Klaksvík fylgdi við Kyndli fyrsta korterið, tí tá ið fjúrtan minuttir vóru farnir, var Kyndil á odda 8-6. Síðan dró Kyndil frá restina av dystinum. Team Klaksvík spælir nógvar góðar dystir, men so rennur liðið seg í slíkt tap, tí úrslitið 19-35 boðar frá veruligum avsmurningi og so á heimavølli. Kyndil er framvegis við í kappingini um at koma í FM-finalurnar, og næsti dysturin er ímóti VÍF í Vestmana, sum er lagnudystur fyri kyndilsmenn. (Vagnur)

Neistin – StÍF 20 – 28 (11-10) Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 5, Blagoje Buha 4, Teitur Magnusson 3, Andras Joensen 3, John í Innistovu 1, Rói B. Hansen 1, Aleks Buka 1, Hjalti í Jákupsstovu 1 og Terji Mørk 1

Málskjúttar StÍF: Allan Norðberg 8, Kjartan Johansen 5, Fríði R. Djurhuus 4, Sveinur Justinussen 4, Marius Joensen 3, Jóhannus Olsen  2, Jákup Berthelsen 1 og Pauli G. Hansen 1.

H71 – KÍF 25-24 (12-14) Dómarar: Uni Wardum og Heri Petersen

Málskjúttar H71: Esbern Patursson 8, Jónas Djurhuus 4, Bogdan Florea 4, Rúni Højgaard 3, Bogi G. Davidsen 2, Birgir Poulsen 2, Sigmundur Dahl 1 og Sigmundur Nolsøe 1

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 11, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Rasmus Junker 3, Rógvi Weihe 2, Jákup Trygvason 2, Rúni Joensen 1, Pætur Johannesen 1 og Teitur Joensen 1

Team Klaksvík – Kyndil 19-35 (9-17) Dómarar: Heri Petersen og Gert Hansen

Málskjúttar Team Klaksvík: Vilhelm Vilhelmsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Jens Pauli Mohr 3, Andrias Ellingsgaard 3, Dusko Petrusic 2, Otto Jacobsen 2 Niclas Niclasen 1 og Beinir Johannesen 1

Málskjúttar Kyndils: Hørður F. SigÞórsson 5, Julian Jónsson 4, Ludvík Súnason 4, Bárður Johannesen 4, David Edvardsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Finnur Hansson 3, Bjarni Sørensen 3, Øyvind Lützen 2, Andrias Sólsker 2 og Josef Abrahamsen 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 19 587 515 72 26
2 KÍF 19 550 479 71 25
3 StÍF 18 485 487 -2 20
4 Kyndil 18 474 466 8 19
5 H71 18 477 464 13 18
6 Neistin 18 469 511 -42 14
7 Team Klaksvík 18 466 586 -120 6

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *