
Standandi f.v: Sigmundur Hammer, Petur Ovi Vesturtún, Rasmus Joensen og Regin Ellingsgaard. Fremst f.v: Bynni Lamhauge, Eyðun Husgaard, Helgi Sivertsen og William Hansen.
Fekk um dagarnar forvitnisliga mynd sendandi frá vinmanni. Myndin er frá 1967 og er av unglingaliði hjá Kyndli. Serligt við myndin er, at fýra eiðisdreingir standa aftast og fýra havnardreingir fremst á myndini. So at finna út av, hví so var?
Vit skulu nokk aftur til 10. mars 1956, tá Ungmannafelagið Kyndil var stovnað. Fyrsti formaðurin var Jógvan Andras Joensen av Eiði, sum vit kendu heilt væl. Hann var møbulpolstrari og arbeiddi á verkstaði í møbulhandli í J. C. Svabosgøtu. Jógvan Andrass Joensen ogr Rasmus Joensen á myndini vóru brøður

Fyrsta myndin av kyndilsmonnum í 1956. Aftast f.v. Hannis Joensen, Viggo í Stórustovu og Vagnar Olsen. Miðan f.v: Poli Jaobsen, Jógvan Andrass Jeonsen og Nick Hansen. Fremst málverjin Dia Jacobsen.
Hesir fýra av Eiði Sigmund, Petur Ovi, Rasmus og Regin vóru komnir til Havnar at ganga í skúla, og tá Jógvan Andras var í Kyndli, so lá til høgra beinið á fara í Kyndil at spæla hondbólt. Í 1967 var unglingadeildin nýggj deild stovnað í 1966 eftir at dreingjadeildin gjørdist nýggj deild í 1963. Fyri 1963 vóru einans 1. deild og 2. deild menn og kvinnur.
Kyndilssøgan er áhugaverd, tí frá byrjan í 1956 æt felagið Ungmannafelagið Kyndil, og felagið var fráhaldsfelag partur af Losjuni N.I.O.G.T. Heilt nógv virksemi var í Losjuni, har tey nú spældu hondbólt um summarið og serliga borðtennis um vetur. Eisini var skipað fyri enskum dansi, og nógvur ungdómar komu í Losjuna.
Sum árini gingu vóru fleiri royndir gjørdar til tess at broyta Ungmannafelagið Kyndil til vanligt ítróttafeløg sum onnur feløg kring landið. Hetta, at fara burtur frá at vera eitt fráhaldsfelag. Ikki fyrr enn í 1989 var Kyndil endaliga tikið burtur úr Losjuni N.I.O.G.T og gjørdist vanligt hondbóltsfelag eins og onnur hondbóltsfeløg í landinum. (Vagnur)