Bringureyði vitjar á jólum í grannalagnum

Her situr bringureyði so fittur og vakur millum trøini 2. jóladag í 2014. (Mynd Vagnur)

Eg havi ongantíð givið mær far um bringureyða, fyrr enn eg sá hann í túninum fyrstu ferð fyri fáum árum síðani. Tá ið grannakona, sum herfyri doyði 90 ára gomul, segði mær, at ein bringureyði var so spakur, at hann kom í gongina hjá henni at fáa sær breyðmolar, gjørdist er forvitin. Ymsir smáfuglar eru millum nógvu stararnar, eg plagi at geva um veturin. Tá ið eg kannaði smáfuglarnar nærri, sá eg fyrst ein bringureyða, men havi bara einaferð sæð tveir samstundis. Um jólini hevur ein bringureyði verið í túninum, og tað eydnaðist mær at fáa góða mynd av honum. Skrivað í fyrst í desembur í 2014.

Mikkjal á Ryggi sigur í Fuglabókini, at bringureyði eigur í Noregi og Danmark og so longur burturi. Til okkara kemur hann stundum á summarmála 14. apríl, men rýmir tá skjótt aftur. Aftur kemur hann um veturnætur 14. oktober og steðgar til út ímóti jólum, og tað kann henda allan veturin.

Eg eri nú vorðin forvitin um bringureyða. Kanska gerst hann enn spakari. (Mynd Vagnur)
Eg eri nú vorðin forvitin um bringureyða. Kanska gerst hann enn spakari. (Mynd Vagnur)

Bringureyði er eyðkendur við rustreyða litinum á hálsinum og á bringuni, og bringureyði, sum hoyrir til spurvafamiljuna, er grábrúnur á liti á bakinum. Ofta leitar hann sær i hoygarðar, hoppar eins og kvørkveggjan og livir av smákyktum. Bringureyði er vakur fuglur, varin og sera spakur. Tey stóru klóku eyguni ansa eftir øllum, ið fyriferst. Tó kann tann, ið varliga fer at, koma honum so nær, at hann næstan røkkur at nema við hann. Har, sum ikki kettur eru, steðgar bringureyði ofta á í nógvar dagar.

Bringureyði kann gerast alifuglur eins og høsn og dunnur, og kennir hann væl húsfólkið, kemur hann til teirra og letur so blídliga, tá hann sær tey koma. Í fjør summar var eg vísir í, at eg havi sæð tveir ymsar bringureyðar i túninum, tí annar fuglurin var størri enn hin. Í summar eydnaðist mær at síggja báðar fuglarnar samstundis, og 2. jóladag tók eg mynd av størra fuglinum.  Spennandi at fylgja við um bringureyði fer av landinum aftur. Greinin skrivað á jólum 2012) (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply