
Tað er altíð áhugavert at síggja stór seglskip, og eisini er spennandi at finna út av, hvar hesi snotulig før stava og eru bygd. Statsraad Lehmkuhl er verðins størsti fullriggari, sum í 1914 varð bygt sum skúlaskip til týska handilsflotan. Tá æt skipið “Grossherzog Friedrich August. Norskur reiðari keypti skipið í 1923, men skipið varð nakrar mánaðir seinni selt til samtakið “Skúlaskipini í Bergen”. Skrivað í 2013
Tú mátti sníkja teg inn á stongda økið til tess at taka mynd av skipinum. (Mynd Vagnur)Samtakið reiddi út skúlaskipið til og við 1966 burtursæð kríggsárunum 1940 til 1945, tá ið týskurin tók skipið frá norðmonnum. Tað kostar nógvan pening at reka slíkt stórt skip, og sjálvt um stuðul fekst frá norska statinum, eydnaðist ikki at reka skipið. Men fólk vóru framvegis áhugað í skipinum, og frá 1968 til 1972 rak reiðarin Reksten skipið fyri egnu rokning, men eisini hann gav skarvin yvir. Í 1978 lat reiðarin Reksten skipið til ein grunn eins og sluppgrunnarnir hjá okkum.

Grunnurin rekur nú stásiliga skipið, sum verður leigað til skúlar, fyritøkur og onnur. Skipið er 1516 bruttotons og hevur 22 segl við tilsamans 2026 fermetrar av segli. Fasta manningin telur tjúgu fólk, og 150 ferðafólk kunnu sova umborð. Umframt ferðafólkaferðir er Statraad Lehmkuhl við í nógvum tiltøkum, sum eru ætlað skúlaskipum úr øllum heiminum.
Statraad Lehmkuhl er eftirspurt seglskip, og hvørt ár leigar norska marinan skúlaskipið, og týska marinan hevur eisini leigað skipið til ungfólk, sum vilja royna sjógvin. (Vagnur)
