Píkarnir slíta ikki bara vegirnar, teir órógva eisini ferðsluna heilt nógv

Nógvastaðni sæst vatnið renna í foyrunum, sum pikarnir hava slitið niður í vegin. Vegirnir eru asfalteraðir soleiðis, at hægst er á miðjuni, so vatnið kann renna í ristirnar. Men vatnið rennur eftir slitnu foyrunum frá píkunum. (Mynd Vagnur)

Nú nærkast tíðin, tá  20% av bilunum í høvuðsstaðnum aftur sleppa ótarnaðir at oyðileggja okkum vegirnar. Óhumskan frá slitna asfaltinum frá píkunum dálkar bæði bilar, fólk og náttúru. Ófatuligt, at hesi bilar sleppa at gera hetta. Men píkarnir oyðileggja ikki bara vegirnar, teir ávirka eisini ferðsluna á fleiri mótum

Fríggjamorgunin í seinastu viku hevði Kringvarpið áhugavert prát við løgreglumann um ferðslu. Eitt evni vóru súkklurnar á vegunum, har spyrjari ilskaðist inn á súkklur, sum koyrdu mitt á vegnum og harvið darvaðu bilferðsluni.

Løgreglumaðurin segði, at súkklurnar skulu halda seg til høgru á vegnum inn ímóti gongubreytini. Trupulleikin er bara nógvastaðni í Havn, at píkarnir hava grivið so djúpar foyrur í vegirnar, at nógvir bilførar sleppa sær undan at koyra í foyrunum, men heldur koyra kloss at hvítu miðlinjuna ella kloss at gongubreytina, tí har er slættari at koyra.

Her fara vit um brúnna á Argjum, har vit síggja, hvussu nógv píkarnir slíta vegirnar. (Mynd Vagnur)

Kom at hugsa um hetta nú ein dagin, eg koyrdi aftan fyri tveir bilar á ringvegi. Annar bilurin koyrdi kloss at gongubreytini, meðan bilurin nam næstan við hvítu miðlinjuna. Hevði ongantíð áður hugsa um hetta, men gjørdi hetta sjálvur hesa løtu. Tú heldur teg burtur frá slitnu foyruni, tí har er óslættari at koyra, men leitar inn at gonguteiginum ella at miðlinjuni.

Hetta má sigat at vera ógvuliga óheppið, tí hvar skulu so súkklurnar vera, tá bilførarar halda seg kloss at gongubreytini?. Heilt óskiljandi, at eingin fær gjørt nakað við henda stóra afturvendandi trupulleika, tí eg eri heilt vísir í, at tað er ikki neyðugt at koyra við píkum nakrastaðni í Havn. Hevur tú røttu dekkini, so er eingin trupulleiki. Havi ongantíð koyrt við píkum og koyri í øllum veðri.

Foyrurnar í vegunum síggjast serliga, tá tað regnar. Nógva vatnið rennur sum smáar áir í slitnu foyrunum, heldur enn at fara í ristirnar, sum nógvar tað sama kundu verið burturbendar, tí vatnið fer nú aðrar vegir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *