Havi mangan hugsað, hvat stóri hjallurin úti í Bakka var brúktur til, tí sum ungur minnist eg ikki nakað virksemi har. Nú síggi eg í bókini Havnin – fólk og yrki, at húsið æt “Tórshavnar Netbarkarí”. Og hvat er so tað? Í 1955 stovnaði Kaysten Andreasen, sum var beiggi Torvald Andreasen skipara, “Tórshavnar Netbarkarí”. Sildagørn vóru barkaði og bøtt, eisini vóru gørn og annar reiðskapur goymdur í stóra hjallinum. Orðið at barka kenna vit frá at barka húðir og skinn. Sildagørnini vóru smurd við serligum innfluttum evni, sum líktist tjøru, og hongd at turka í hjallinum. Eg minnist, at tað luktaði av tjøru í húsinum, sjálvt um virksemið var steðgað. Kaysten gavst við barkarínum fyrru helvt í 1960-árunum. Ikki so nógv ár síðani, at húsið var niðurtikið. Ja, so síggja tvær kýr á Skálatrøð, og mann sita á krakki og mjólka brúnu kúnni. Kúgv er ikki longur at síggja innan fyri eingjargarðarnar í Havn. Nógv skip fyri teym, og Molin er ikki longdur út í núverandi longd. Myndin er frá 1960-árunum. Haldi, at myndin er áhugaverd. (Vagnur)
