Mamma mín býr á Ellisheiminum, og nú ein dagin tosaðu vit um skúlagongdina hjá pápa mínum, sum doyði í 1985. – Pápi tín gekk bara sjey ár í skúla, og tey fyrstu árini gekk hann í skúla hjá frú Joensen í Christines Minde í Rættará, hetta var fyrst í 1920’unum, segði mamma.
Eg visti, at einaferð stóð katólsk kirkja við Rættará, har vit spældu nógv sum smádreingir, tí alt har á leiðini var so spennandi. Skipasmiðjan, Fabrikkin hjá Østrøm, Müllers pakkhús og Skeivapakkhús og ikki at gloyma bátarnir og sjógvurin. Eg gjørdist forvitin og ringdi til Albert Isfeld, sum er uppvaksin í Rættará og Christines Minde, og bað hann siga mær eitt sindur um katósku kirkjuna, sum seinni bleiv barnaheimið hjá Alberti.

Albert er føddur á kvistinum í Christines Minde. Í húsinum búðu foreldur og átta børn. (Mynd Vagnur)
– Húsini Christines Minde, eisini rópt Bauers hús, eru bygd miðskeiðis í 1850-árunum og hava áhugaverda søgu. Tað var snikkarin Christen Holm, sum bygdi húsini, og sum kallaði húsini Christines Minde eftir konu síni Ingu Christinu. Húsini vóru bygd í tátíðar sniði, ein tjørubrædd lon við flagtaki, sum vit síggja á gomlum myndum.
– Pastor Bauer var slektaður úr Bayern og kom til Føroya útsendur frá apotoliska vikariatinum í Danmark. Í 1859 keypti Bauer Christines Minde frá Christen Holm fyri 800 dálar, og húsini ætlaði hann til katólska kirkju. Húsini vórðu umbygd, og í norður endanum bleiv bygd kirkja, sum kundi rúma tveyhundrað fólkum.
– Kirkjan var vøkur innan, litfagrar halgimyndir hingu á bróstinum, og altarið var prýtt við blómum og myndum av jomfrú Mariu. Øll húsini, bæði kirkjan og Bauers hús, sum tað varð kallað, vóru væl umsitin til stóra gleði fyri vaksin og børn. Har var stórur kálgarður og urtagarður um húsini og kirkjuna. Har vuksu trø og blómur, sum fólk ongantíð høvdu sæð áður. Ahorn, gullregn, roynitræ og nógv annað vakurt.
– Og har var drívhús við súreplatrøum og øðrum, sum ikki toldi føroyska veðurlagið. Har var springvatn, sum springa kundi á sjey ymsar mátar, og ein máti var, at gullepli dansaðu í skálum. Standmynd av jomfrú Mariu stóð í urtagarðinum, og standmyndin varð seinni flutt niðan í kleystrið hjá nonnunum og stendur úti í urtagarðinum.
– Alt í Bauers garði var so vakurt, at ikki bert havnafólk vísti urtagarðinum áhuga, tí á ólavsøku plagdu ólavsøkugestir av bygd og fremmand fólk annars at fara út í urtagarðin hjá Bauer at skoða allan vakurleikan. Øll vóru líka væl móttikin, og har lærdi mangur at vera góður við blómur, sigur Albert.
Eingir katolikkar eru eftir í Føroyum
Í søgu í skúlanum lærdu vit, at um ár 1100 verða Føroyar skipaðar sum bispadømi, og í 1111 varð fyrsti bispurin settur í Kirkjubø, har bispasetrið var. Har sótu næstu 400 árini 34 katólskir biskupar, og tann seinasti sat í embæti sínum til 1538.
Christian triði kongur hevði í 1535 avtikið norska ríkisráðið og gjørt Noreg og og harvið Føroyar til danskt land. Í 1537 avgjørdi kongur, at trúbótin skuldi galda í Noregi og harvið eisini í Føroyum. Bispasætið í Kirkjubø varð avtikið, somuleiðis prestaskúlin. Øll jørðin, sum katóska kirkjan átti í Føroyum, fór undir kong, og kirkjumálið í Føroyum skuldi vera danskt. Eg spyrji Albert, hvussu tað bar til, at familjan hjá teimum kom at búgva í Christines Minde.
Gudmundur K. Isfeld keypir Christines Minde
– Miðskeiðis í 1890’unum fánar katólska kirkjuliðið í Føroyum burtur í einki, og í ár 1900 er bara ein katolikkur eftir í landinum, og fleiri katólskir prestar verða ikki sendir til Føroya. Kirkjan verður síðan brúkt til fimleikarhøll og veitslur, men nakað seinni verður kirkjan tikin niður.
– Sýslumaðurin H.C. Müller keypti Bauers hús fyri 7.200 krónur, og nú fekk Bauers hús navnið Christines Minde, sum húsið í dag verður kallað. Húsið verður leigað til navnframa svenskaran Østrøm, sum var fyritaksstjóri í tí stóra tiltakinum kallað The Normal Company úr London, sum byggingin av Fabrikkini var partur av.
Dóttir H.C. Müller eigur í 1930-árunum húsini og hevur skúla í teimum, og seinni eiga Amalie og Johan Carl Joensen tey. Og so er tað, at pápi mín Gudmundur K. Isfeld í 1944 keypir húsini úr deyðsbúgvinum eftir Amaliu Joensen fyri 43.000 krónur. Familjan flytur inn í húsini til jóla í 1944, sigur Albert at enda.
Í seinni grein fari eg at siga eitt sindur meiri um Christines Minde. Har stendur eitt nú stórur hvalakjaftur í garðinum, sum hevur serliga søgu. Eisini nógv áhugaverd listaverk eru í garðinum, sum Mynde, sáli, beiggi Albert hevur gjørt. Solveig Isfeldt, sum er kona Mynda, eigur húsini Christines Minde, og Solveig Isfeldt fari eg at hitta. (Vagnur)




