Heðin Mortensen og Sjúrður Olsen mugu broyta meining

kjkjkj

Sjálvandi skulu vit ikki oyðileggja økið við Skansan, tá aðrir møguleikar eru. (Mynd Vagnur)

Stendur tú uppi á Argjahamri og hevur greinina hjá Palla Gregoriussen í huganum um møguliga nýggja havnarlagið við Skansan, so sær hvørt mansbarn, at ikki er rætt at útbyggja havnarlagið soleiðis, sum borgarstjórin Heðin Mortensen og formaðurin í havnarnevndini Sjúrður Olsen vilja. Og hugsar tú so um vegin, sum skal gerast fram við sjóvarmálanum Yviri við Strond, so tunga ferðslan sleppur skjótari frá havnarlagnum, gerst meining tín enn greiðari, at ætlaða útbyggingin við Skansan má broytast.

Nú skal eg ikki gera meg klókan, hvar í Tórshavnar kommunu nýggj bingjuhavn skal byggjast, men tá hugsað verður um stóru ferðamannaskipini, so sæst tíðuliga á myndini omanfyri, at aðrir møguleikar eru, enn at oyðileggja økið fram við Skansan. Óbótaligur skaði, um verkætlanin verður sett í verk, sigur arkitekturin Palli Gregorioussen. Og Palli er ikki hvør sum helst, tá talan er um havnir og stórar bygningar í Føroyum.

kjkjkj

Møguleikar eru  at byggja nakað suður í Nólsoyarfjørð, so allur tørvur er nøktaður. (Mynd Vagnur)

Eg havi á Facebook fylgt eitt sindur við viðmerkingunum um nýggju havnarútbyggingina, og sum altíð í slíkum málum, eru meiningarnar nógvar og ymiskar. Men sendur tú atkvøðuseðil í hvørt hús í Tórshavnar kommunu, so er heilt vist meiriluti fyri, at vit ikki oyðileggja økið fram við Skansanum, og serliga, tá aðrir góðir møguleikar eru. Vit, sum koyra Yviri við Strond vita, hvussu uppgangurin kann vera á eysturættini, ja, tað kann bróta heilt niðan á vegin. Hví so leggja nýggjan veg heilt niðri við sjóvarmálan Yvir við Strond?

Bingjur eru ikki nakað prýði, og tað síggja vit bæði í Kollafirði og á Vestaru bryggju. Syrgiligt, um Skansin skal vera fjaldur av bingjum, tá stór ferðamannaskip og skip annars úr havi koma inn í Nólsoyarfjørð. Sjálvandi skulu borgarstjórin og formaðurin í havnarnevndini broyta meining. Teir skulu lurta eftir fólkunum býnum.

Farið báðir ein biltúr niðan á Hamaran og hygg yvir núverandi bingjuhavn. Hugsið tykkum so um enn einaferð. Gera tit tað, so veit eg, at tit broyta meining um útbyggingina av Tórshavnar havn. Latið nú “fornuftið” ráða í hesum álvars máli, tí tit síggja, at møguleikar eru at byggja nakað suður í Nólsoyarfjørð, so pláss er bæði fyri fleiri bingjum og stóru ferðamannaskipunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *