Tiltakið Aftur í 60 árini var ótrúliga gevandi at fyriskipa og styrkti um felagsskapin

Vit seldu 36000 atgongumerkini hesi árini. Faroe Boys er á pallinum. (Mynd Árni Konradson)

Í ár eru 50 ár liðin, síðani eg kom í Neistan. Og tá ið eg hyggi aftur í tíðina, standa øll hondbóltsupplivilsini kring landið og uttanlands sjálvandi sum tað allar størstu, men tiltakið Aftur í 60 árini, sum vit skipaðu fyri frá 1988 til og við 2007, var ótrúliga gevandi upplivilsi. Umframt væl fyriskipaði tiltøk, gav tiltakið nógvan pening í felagskassan. Eisini gav tiltakið nógv onnur upplivilsi, tí fólk komu í góðum lagi úr øllum landinum. Tiltakið Aftur í 60 árini styrktu um felagsskapin, eingin ivi um tað. Stuttligt at fyriskipa tiltøk, sum fólk eru fegin um, og har fíggjarliga úrtøkan eisini er góð. Við sorgblídni skrivaði eg í apríl mánað í 2007 niðanfyri skriv í 60 ára faldaran. 

Aftur í 60 árini – 20. og seinastu ferð (Skrivað í apríl mánað 2007)

Hondbóltsfelagið Neistin hevur gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini nú lækkar ímóti endanum. Leygarkvøldið 21. apríl er tjúgunda árið á rað, at felagið skipar fyri hesum vælumtókta tiltaki.

Páll Nólsoy var ein av høvuðsfyrireikaranum, men hann gekk eisini mótsýning.

36000 atgongumerki er seld hesi árini, og eingin ivi er um, at vit í Neistanum einaferð um árið hava skyldað trúgvu “dansarunum” hetta tiltakið. Vit eru øll vorðin góð við Aftur í 60 árini og harvið dansifólkið. Tað koma so nógv fólk allastaðni úr Føroyum, at tað ikki bara er inntøkan, sum fær okkum at skipa fyri tiltakinum.

Heini Hanusarson og Bogi Henriksen vóru altíð klárir at fara á mótapallin.

Nú hava vit so gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini verður fyriskipað fyri seinastu ferð leygarkvøldið 21. apríl. Nú eru tjúga ár liðin, síðani Neistin fyrstu ferð skipaði fyri tiltakinum.

Tað var í 1988, at Robert Mc Birnie frá Faroe Boys, Vagnur Michelsen frá Neistanum og Robert Magnussen og Einar Vesturklett frá Twilight, løgdu lunnur undir Aftur í 60 árini. Teir vildu fyriskipa eitt 60 ára tiltak, sum var øðrvísi enn bara vanligur dansur. Skrá skuldi gerast, borð setast í høllina, ja, skulu hugna sær og føla seg væl, tað veri seg um tey dansaðu ella sótu við borðini og lurtaðu eftir 60-ára tónleiki.

Ætlanin var bara við einum 60 ára kvøldi í 1988, men eftirspurningur var so stórur eftir atgongumerkjum til fríggjakvøldið, at tiltakið í 1988 var bæði fríggjakvøld og leygarkvøld.

Neistin hevur hesi árini savnað sama nógvar 60 ára bólkar, sum vóru givnir at spæla.

60 ára bólkarnir, sum hava spælt hesi átjan árini eru: Faroe Boys, Cream Crackers, Goggan, Silly Boys, Islanders, Rúnar, Thunderbirds, X-rays, Flamingo, Enjoyers og Tey av Kamarinum. Í ár spæla Silly Boys og Thunderbirds.

Onkur spyr óivað, hví Neistin gevst við 60 ára tiltakinum. Tónleikararnir, sum spældu í 60 árunum, verða ikki yngri sum árini ganga, ja, fleiri teirra eru ikki millum okkum longur. Trúgvu “dansararnir” eldast eisini, og tey, sum í 1988 vóru kanska fimti ár eru nú sjeyti ár.

Kára á Dunga riggaði altíð væl á mótapallinum.

Tí hevur Neistin gjørt av, at í ár 2007 verður tiltakið fyri tjúgundi og seinastu ferð. Punktum og finala fyri ógloymandi løtuna bæði fyri tónleikarar, dansarar og fyrireikarar.

Leygarkvøldið 21. apríl spæla Thunderbirds og Silly Boys. (Vagnur Michelsen)

PS. Neistin hevur roynt seg við tiltakinum Aftur í 70 árini, men hetta tiltak fekk ongantíð somu undirtøku, sum Aftur í 60 árini. Síðani 1988 er so mangt broytt í samfelagnum, tí millum annað fingu vit Rúsuna, og matstovur og barrir fingu skeinkiloyvi, og aldursmarkið at keypa rúsdrekka fór frá tjúgu árum niður í átjan ár.

Í 1988 var eingin Rúsa, og ikki kundi keypast rúsandi løgur sum nú. Kanska hetta gjørdi, at tiltakið Aftur í 60 árini fekk so stóra undirtøku øll árini. Ótrúliga góð minni fyri lívið havi eg frá hesum tiltøkum, sum vóru stuttlig at fyriskipa. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *