Leivdir av farmaskipinum Barjamu liggja framvegis Úti á Bø

Fólk gjørdu kvetti, tá ið Barjama í 1952 sigldi á Bøboðarnar og gjørdist vrak. (Mynd Vágs Sóknar Bygdasavn www.vagsbygd.com )

Í 2007 skrivaði eg dagbók í sambandi við kognitiva venjing, og ein frálíkan summarmorgun gekk leiðin Út á Bø, sum er avtoftað lítil bygd sunnanfyri Kirkjubø. Tað er ótrúliga vakurt Úti á Bø, og har sæst, at fólk einaferð í tíðini hava búleikast har. Dyrkaður bøur, toftir frá húsum, stórt seyðahús, sum er gjørt í nýggjari tíð, og leivdir frá farmaskipinum Barjamu, sum í 1952 fór á land á Bøboðarnar. Skotska farmaskipið, sum var á veg til Vestmannar, var fullfermt við timbri og øðrum góðum, sum nógv fólk fingu gleði av. Niðanfyri er brot at lesa úr dagbókini, eg skrivaði í 2007.

Tað er nakað serligt at ganga gjøgnum Líðina og Út á Bø, har er veðurgott, tí vegurin fer í boga inn í lendið, sum verjir ímóti vindinum. Altíð gongur ella liggur seyður á vegnum, hetta er arbeiðsvegur, sum bóndin gjørdi fyri pening, hann fekk fyri lendið, hann læt til Gomlurætt. Ikki er koyrandi við vanligum bili eftir knortluta vegnum, men við traktorum og stórum arbeiðsbilum.

Nú standi eg við rulliportið Úti á Bø. Fyrstu ferð í trý ár síggi eg seyðahúsið. Kvirt er í sálini, tá ið tú andar frísku og reinu luftini, og sum gevur tær nýggja lívmegi at náa málinum, sum tú hevur sett tær fyri í dag.

Leivdir av Barjama og leivdir av húsum síggjast framvegis Úti á Bø.

Eg standi eina løtu og hyggi niður yvir toftirnar, sum siga frá, at einaferð hava fólk búð Úti á Bø. Í 1860 búleikaðust tríggjar familjur her, løgið at hugsa sær, at tjúgu fólk hava hava búð á einum so fjarðskotnum stað. Hetta vóru uppsitarar hjá bóndanum í Kirkjubø og sýslumanninum í Havn. Tey búðu øll í einari lon. Kirkjubøbóndin átti sunnara enda. Har búði maður, kona og fimm børn. Harftrat var ein sonur giftur og hevði konu og fýra børn. Í hinum endanum búði uppsitarin hjá Müller sýslumanni, hann hevði konu og seks børn.

Bara ein smøl gøta bant saman lítlu bygdina og Kirkjubø. Um summarið høvdu tey tvey fýramannafør í einum neysti niðri á bakkanum, men um veturin máttu bátarnir standa í neysti heimi í Kirkjubø.

Meðan eg standi í øðrum tonkum, sveima tankarnir. Síggi fyri mær longu lonina við flagtaki, úthúsini og vakra dyrkaða bøin omanfyri vegin. Góður er sólargangurin Úti á Bø, og tí lá væl fyri hjá teimum at velta korn. Alt er so livandi í góðveðrinum, síggi fyri mær fólkini uppi í bønum, sum stríðast og strevast til tess at lívbjarga sær og sínum. Í 1910 varð lítla bygdin avtoftað, tí tá fluttu seinastu fólkini.

Framvegis er kvirt í sál míni, henda kvirra, sum eg eitt langt lív havi longst eftir.

Tað tekur korter at ganga Úti á Bø. Áður var bara gøta til avtoftaðu bygdina. (Mynd Vagnur)

Eg gangi oman til seyðahúsið, fari tveyhundrað metrar longur suður og seti meg á ein stein, har vegurin endar. Nú ert tú púra einsamallur, nú er eingin góða mamma, um óttin kemur sníkjandi í sál tína, sigi eg meg sjálvan. Men har er eingin ótti. Havi nátt málinum, málinum at vera einsamallur langt burtur frá tryggleikanum. Hví kann henda kvirran ikki altíð vera í sálini í gerandisdagnum. Óttin og einsemið høvdu stýrt lívi mínum frá barnsbeini, hevði óivað arvað hesar kenslur.

Nú sveima tankarnir aftur. Síggi fyri mær myndina av skotska fragtskipinum Barjamu, sum í januar mánað í 1952 fór á land Úti á Bø. Skipið var farið av Havnini og skuldi við jarni og timbri til SEV-byggingina í Vestamma. Men á Kirkjubønesi køvdi hann av í mjørka, og tá nýísetti radarin ikki riggaði nóg væl, mátti skiparin bara meta um, nær hann skuldi snara í Hestfjørð. Men ikki var nóg væl ætlað, tí ikki gekk long tíð, til skipið rendi seg fast, og tað stóð sum í berginum.

Tað eydnaðis at bjarga manningini, men tá ið nakrir dagar vóru gingnir, boðaði fútin frá, at skipið stóð ikki at bjarga, og fólk kundu bjarga tíð, sum bjargast kundi. Ein lastbilurin, sum skuldi til Vestmannar, stóð eisini á dekkinum á Barjamu.

Ikki gekk longu tíð, so komu fólk úr Vágum, Kvívík, Vestmanna, Skopun, Nólsoy, av Argjum, úr Havn og eystanbygdunum í Sandoynni til Barjamu. Tí umframt jarn og timbur, sum skuldi til Vestamannar, so var eisini nógv fóður og aðrar vørur í skipinum, sum fólk vildu hava hendur á.

Fólk gjørdu kvetti, men tráanin eftir stóra vinninginum fór ikki bara fram á friðarligan hátt. Tú mátti stríðast fyri sakini í lastini og á dekkinum á Barjamu myrku vetrardagarnar í 1952.

Og nú trýss ár seinni síggjast enn leivdir av Barjamu Úti á Bø, og tað sigst, at í nógvum eldri húsum liggur enn slitsterkt linolium frá Barjamu, tí linoliumsrullurnar vóru nógvar í lastini. (Vagnur)

Ótrúliga vakurt og oftast stilt at ganga gjøgnum Líðina og aftur til Kirkjubøar. (Mynd Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply