Tá armeraði trolarin ”Lincoln City” 20. februar 1941 var bumbaður á Havnarvág

Armeraði trolarin Lincoln City. Einasta mynd eg havi sæð av trolaranum. Myndin hevur vinmaðurin Finnbjørn funnið mær.

Í summar kom eg fram á stórt akker við sjóvarmálan í Álakeri, har maður segði mær, at akkerið, sum var funnið í botni um ár 1990, møguliga var frá bretska armeraða trolaranum, sum var bumbaður á Havnarvág 20. februar 1941 og sakk eftir tveir minuttir. Átta av manningini løtu lív og eru grivnir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Kendi til tilburðin, tí hendingin stendur at lesa í eini av bókunum Stríðsárini eftir Niels Juul Arge, sum kom út í 1986. Okkurt er eisini at lesa í bókini Operation Valentine eftir svia, har tvær av myndunum er frá. Men aftur til akkerið.

Hetta akker liggur við sjóvarmálan í Álakeri. Akkerið var funnið um 1990 júst á staðnum, har Lincoln City sakk. Tá eg sá akkerið birtist hugurin at venda aftur til hendingina 20. februar 1941 á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

Fekk at vita, at teir báðir Hans David Hansen og Heiðrikkur Christiansen, sum eru og vóru brandmenn og kavarar hjá Tórshavnar Sløkkilið í 1990 kavaðu á júst staðnum, har Lincoln City sakk. Teir funnu tvey akker, sum teir fingu í land.

Nú skal sigast, at í 1941 var Havnin brimpláss og bara fyrsta byggistigið av Molanum bygt. Tí  lógu nógv skip fyri teym á Havnarvág, har tríggjar stórar ketur lógu á botni um vestaruvág, sum skipini vóru tjóðraði í. Longri úti lógu stór skip fyri teym á vanligan hátt. Nógvar eru myndirnar, sum siga frá hesum.

Her síggja vit armeraða trolaran Bedfordshire, sum var systirskip til Lincoln City. Vit síggja rampan harafturi, har djúpvatnsbumburnar eru klárar at fara í havið.

Annað akkerið, sum teir báðir funnu í 1990, liggur í garðinum hjá Heiðrikki, og hitt akkerið vildi Hans David lata Havnar Róðrarfelag, men akkerið er so mikið illa tært, at tað stendur ikki at bjarga. Men aftur til hendingina 20. februar 1941.

Um trý tíðina seinnapartin henda dagin ýldu ávaringarlúðrarnir í Havn. Tvey týsk Heinkel 111 flogfør komu inn um Nólsoyareið, snaraðu suðurá og fóru aftur undir Glyvursnes og hildu norður yvir Hestfjørð. Nakrar minuttir seinni komu tey yvir Velbastaðháls og hildu inn yvir Havnina.

250 kilo bumba gjørdi enda á Lincoln City. Eftir tveir minuttir sakk armeraði trolarin. Bátar vóru skjótir til hjálpar.

Maskinbyrsur og Boforskanónirnar í Havnini fóru straks at skjóta og kappast við loftverjukanónirnar á Lincoln City á vágni og Leicester City, sum lá við bryggju. Flogførini fingu ikki gjørt tað, sum ætlanin var og hildu undan suðureftir. Uttan iva vóru oljutangarnir høvuðsmálið hjá flogførunum.

Løtu seinni kom annað flogfarið aftur. Helt inn yvir Velbastaðháls og fleyg lágt oman gjøgnum Mattalág, út eftir Álakersvík og slepti tveimum 250 kilo bumbum. Onnur bumban fór niður við borðinum á Lincoln City og sýntist ikki at hava rakt skipið, men nøkur sekund gingu  brast bumban, og trolarin lyftist upp úr sjónum og brotnaði av um tvøran. Alt huldist í sjóroki og dampi eina løtu, og tá rokið var av, var eingin Lincoln City at síggja.

Kisturnar við teimum átta hermonnunum eru á veg heim í Havnar Kirkju. Drotning Alexandrines hospital var tikið í nýtslu í 1924. (Mynd Fornminnissavnið)

Skjótt komu bátar á staðið til hjálpar og fingu bjargað tí, sum bjargast kundi. Løstaðu menninir vóru sigldir inn undir Hospitalið, so skjótari var at fáa teir undir læknahond. Àtta av manningini lótu lív.

Leggast kann aftrat, at henda dagin høvdu stýrimenn til próvtøku á Sjómansskúlanum, og teir lupu allir at dyr og oman í Álaker at hjálpa, har teir brutu upp neystahurðar og drógu bátarnar. Tá bjargingin var liðug, hildu næmingarnir fram við próvtøkuni.

Her fara bilarnir við teimum átta kistunum út í kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Vegurin út á Argir er har og nakað niðan á Müllers trøð. (Mynd Fornminnissavnið)

                                          Aðrar viðmerkingar um hendingina

Vermamma mín Mia Trónd, sála, arbeiddi sum tannlækni hjá Kaaber úti í Tinganesi, og hon minntist væl hesa lagnuløtuna hjá Lincoln City. Hon stóð við rygginum til vindeygað og hevði patient stólinum, sum sá út gjøgnum vindeygað. Tey hoyrdu ávaringarlúðurin, og við eitt hoyrdist øgiligt buldur, og patienturin reistist úr stólinum, tá hann sá allan roykin á Havnarvág og minuttir seinni var trolarin sokkin.

Henda dagin í 1941 arbeiddi mammu beiggi mín Jógvan Christiansen á fyrstu hædd í turkihúsinum. Tá hann hoyrdi harða buldrið, skundaði hann sær upp á aðru hædd, men tá var Lincoln City longu sokkin. (Mynd Vagnur)

Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen segði mær, at henda dagin arbeiddi hann á saltfiskahúsinum úti Hvannasundi við Heygsvegin. Hann fylgdi væl við, hvørji skip lógu við bryggju ella fyri teymi á Havnarvág. Tá hann hoyrdi flúgvaran koma vestanífrá og hoyrdi buldrin frá bumbuni, leyp hann upp trappurnar og á aðru hædd. Hann sá bara stórt roykskíggj og sá ongantíð aftur Lincoln City.

Annars minnist eg frá 1960-árunum at kavarar frá Froskmannafelagnum plagdu at kava, har Lincoln City sakk. Og teir funnu ymist. Heiðrikkur segði mær, at hann var við at finna ein kassa við granatum, og eina av hesum granatum hevur hann heima og eina læt hann til býarsavnið.

Nakað seinni eftir at Lincoln City sakk, fóru tveir bretskir kavarar niður á vrakið og løgdu spreingievni ymsastaðni. Síðani var vrakið sprongt í luftina, so týskarar møguliga ikki kunnu finna nakað týdningarmikið frá skipinum. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply