Úr myndasavninum – Vit fara í Sjónleikarhúsið fyri 50 árum síðani.

Myndin er frá poppkonsert í Sjónleikarhúsinum í 1967. Nógv kend andlit, og nógv eru tíverri eisini farin.

Í 1967 var stórhending í Sjónleikarhúsinum, tí tá varð skipað fyri størsta “poppshowi” nakrantíð. Í november mánað hetta árið var Sjónleikarhúsið stúgvandi fult við ungum fólki. Á pallinum skuldu kappast bólkarnir Bumle Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Silly boys, Snippies og Thunderbirds. Ein sokallað føroyameistarakapping. Kappingin fór fram á tann hátt, at áhoyrarar, sum høvdu keypt sær leikskrá, sluppu at atkvøða, hvør tónleikabólkur var best, men veikleikin var, at allir áhoyrararnir høvdu ikki keypt sær leikskrá. Hetta fanst millum annað Sosialurin at.

Islanders í Sjónleikarhúsinum í 1967. Frá vinstru: Niels Símun Johannesen, Páll Kürberg, Jógvan Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg og Símun Arge.

Skipað var eisini fyri mótasýning og GO GO dansi. Kappingin var leygarkvøld og sunnukvøld, og Sjónleikarhúsið var fullsett bæði kvøldini. Islanders vann kappingina. Sosialurin skrivar, at Silly boy, Thunderbirds og Islanders spældu best. Til stuttleika kann nevnast, at atgongumerkini kostaðu níggju krónur leygarkvøldið og tólv krónur sunnukvøldið, tá kappingin endaði. Frásøgufólk vóru Elin Mouritsen, Jákup Zahle og Heini Davidsen. Í sambandi við, at Neistin skipaði Aftur í 60 árini frá 1988 til og 2007, fekk eg nakrar myndir frá Fornminnissavninum. Hetta er ein av myndunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply