Eldsálin Sarita Hansen ber róðrararvin víðari í Miðvági

Sarita Hansen umborð á Miðvingi seinasta leygardag. Ein róðrareldsál av teimum stóru í Føroyum. (Mynd Vagnur)
Sarita Hansen umborð á Miðvingi seinasta leygardag. Róðrareldsál av teimum heilt stóru. (Mynd Vagnur)

Tá tú skrivar um kappróður og gongur millum rógvarar, kanst tú eygleiða mangt áhugavert. Havi skrivað um kappróður síðani í 1980 -árunum, og mær dámar so væl hesa ítróttagrein. Í 2004 legði eg til merkis til eina unga gentu úr Miðvági, sum sat á lærinum umborð á Frúnni. Hugsaði beinanvegin, at her er nakað heilt serligt við hesi gentu, sum eg seinni eisini fekk staðfest. Hjá mær er lætt fáa samband við ítróttafólk og skriva samrøður, men við Saritu gongst verri. Royndi í fjør og royndi aftur í ár, men Sarita hevur so nógv um oyruni, at einki bleiv skrivað. Til tess at fáa at vita eitt sindur meira um ungu eldsálina úr Miðvági, havi eg tosað við pápa Saritu Jógvan Hans Hansen, formann í Miðvágs róðrarfelag. Havi spurt hann, hvussu er við Saritu og kappróðri. Og hann sigur.

Frúgvin á ólavsøku í 2004. Sarita situr á lærinum stýriborð. (Mynd Álvur)
Frúgvin á ólavsøku í 2004. Sarita situr á lærinum stýriborð. (Mynd Álvur)

– Sarita fekk longu sum nýføðingur í 1988 serliga uppliving í kappróðri, tí hetta árið vann Miðvingur FM-heitið. Mamman Haldis og Sarita komu av Landssjúkrahúsinum vestur í Vágar saman við manningini á Miðvingi, og tá vit sigldu um Vestmannasund, høvdu rógvararnir henda nýføðingin ímillum sín. Tá vit komu til Miðvágs, var móttøka fyri mannigini Úti í Bakka, og nýføðingurin var mitt ímillum.  Bæði eg sjálvur og mamman róðu, og Sarita var frá degi eitt við í øllum virkseminum. Fóru vit á stevnu, bar eg Saritu í posa, og longu sum tvey ára gomul var hon við okkum í bátinum.

Sarita rør inniróður í Runaavík. (Mynd Christoffer)
Sarita rør inniróður í Runavík. (Mynd Christoffer)

– Minnist tá eg róði við Fríggjaranum, bant eg hana fasta frammi í rong, og Sarita, sum tá var tvey ára gomul, elskaði at vera í báti. Tú kanst siga, at gentan fekk kappróðurin við móðurmjólkini, tí longu sum trý, fýra ára gomul, kendi hon allar kappróðrarbátar við navni og liti. Sarita byjaði sjálv at rógva um tíggju ára aldur, tí tá byrjaði eg venja nakrar gentur í Miðvági. Í 2002 róðu genturnar sum tólvára gamlar fyrsta barnaróður í Sandavági. Hetta var fyrsti barnaróður í Føroyum. Fýra bátar róðu, og dreingir og gentur róðu í sama róðri. Sarita róði við gomlu Beintu, men so róðu eisini dreingir í Dúgvuni úr Sørvági. Minnist, at dreingirnir gjørdust argir, tí teir taptu fyri Beintu, sum var mannað við gentum, sigur Jógvan Hans.

Í fjør stýrdi Sarita Miðvingi. (Mynd Vagnur)
Í fjør stýrdi Sarita Miðvingi. (Mynd Vagnur)

Nú veit eg, at nógvar róðrareldsálir í Føroyum eru í familju, og í Vágum er einki undantak. Jógvan Hans og Hansina á Plógv, eldsálin úr Sandavági eru systkin. Eisini eru Hannis Joensen fyrrverandi formaður í RSF og Sigurd Andreassen úr Argja róðrarfelag og tey har vesturin systkinabørn. Mær er sagt, at tá hesi fólkini hittast í føðingardegi ella øðrum samanhangi, verður bara tosað um kappróður. Eg spyrji Jógvan Hansen, hvar allur hesin áhugin fyri kappróðri stavar frá?

Foreldrini hjá Saritu avmyndað í 2005. Jógvan Hans og Haldis Hansen. (Mynd Christopher)
Foreldrini hjá Saritu avmyndað í 2005. Jógvan Hans og Haldis Hansen. (Mynd Christoffer)

– Eg haldi, at vit skulu nevna Áarfamiljuna, sum vóru tíggju systkin. Tað vísir seg, at nógvar eldsálir í kappróðri stava frá hesi familjuni. Tað sýnist, at áhugin fyri kappróðri gongur í arv, tí tildømis fleiri systkinabørn ganga aftur og eisini børnini hjá systkinabørnunum. Tú spyrt, hvat serligt er við Saritu, og um hon er pressað av foreldrunum at taka tøk í kappróðrinum. Nei, hon er ikki pressað, men kappróðurin hevur altíð verið partur av okkara gerandisdegi. Kann nevna, at í 1986 setti eg mær mál at fáa kappróðurin í Miðvági at rættkjøl aftur. Um hetta mundið var eg júst útbúgvin í Danmark.

– Og líka síðani tá hevur familja okkara verið partur av kappróðrinum í bygdini. Eg eri formaður í felagnum, konan tekur eisini stór tøk, Sarita er komin í nevndina, og sonurin rør við Frúnni. Tá tú spyrt um Saritu, er at siga, at hon er ógvuliga málrættað kvinna í ølllum, hon fæst við, eisini tá tað snýr seg um kappróður. Hon er við í øllum í felagnum, er komin í nevndina, hon ger venjingarætlanir til manningarnar, hon vandi dreingirnar á Beintu, sum vóru komnir frá barnaróðrinum, og hon vandi eisini genturnar, sum róðu barnaróður.

Frúgvin 5-mannafar kvinnur: St.f.v: Sarita K. Hansen, Kristina Kristoffersen, Lív í Soylu, Bjørk Khaliqhey, Monika Zachariassen og Kirstin Khaliqhey. Vatnrætt liggur Jonna Linda Kristofferen. (mynd Christoffer)
Frúgvin 5-mannafar gentur í 2005: St.f.v: Sarita K. Hansen, Kristina Kristoffersen, Lív í Soylu, Bjørk Khaliqhey, Monika Zachariassen og Kirstin Khaliqhey. Vatnrætt liggur Jonna Linda Kristofferen. (mynd Christoffer)

– Tá talan er um inniróður, var Sarita við í HM kappingini 2015, og gjørdist nummar fýra í sínum bólki og var besta kvinna í Bretlandi. Ja, so stýrdi hon eisini Frúnni í summar, og seinasta ár stýrdi hon Miðvingi, so kappróðurin fyllir nógv í lívinum hjá Saritu. Nú nevni eg okkara familju og kappróður í Miðvági, men tú gerst einki einsamallur. Vit hava góða nevnd, og nógvir er stuðlarnir í bygdini. Ì Vágum er stór kapping um ungdómin, og vit hava tann hugburð at hava góðar bátar og góðar venjingarumstøður, so rógvarar velja okkara felag. Undirsjóvartunnilin lat upp fyri nýggjum møguleikum, tí nú kundi tú fara av oynni eftir rógvarum, so vit kunnu manna bátarnar, sigur Jógvan Hans Hansen.

Frúgvin 5-kvinnur vinnur sundalagsstevnu í Hvalvík í 2007. (Mynd Chrisoffer)
Frúgvin 5-kvinnur vinnur á  sundalagsstevnu í Hvalvík í 2007. (Mynd Chrisoffer)

So var rætt, sum eg hugsaði seinasta leygarmorgun á Vestaru bryggju, tá eg sá Saritu aftur í rong á Miðvingi, og sum eg eisini hugsaði í 2004, tá eg sá hesa ungu eldsálina fyrstu ferð umborð á  Frúnni. Miðvágs róðrarfelag er gott róðrarfelag og hevur mannað nógvar bátar seinastu árini. Vit skulu minnast til, at fólkatalið er ikki stórt, men kortini megna tey at manna bátar. Miðvingur róði ikki summar, men róði ódnartøk seinasta leygardag í Havn. Ja, so vann hann seinasta róðurin á Argjabátinum, sum boðar frá góðum til næsta ár. Og hvør stýrdi Miðvingi? Tað gjørdi Sarita Hansen. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply